Hondbóltur

Bjarni toppskjútti í byrjanardystinum

Skálamaðurin skoraði aftur sjey mál, tá Valur á heimavølli spældi 31-31 javnleik móti ÍBV. Leygardagin skal liðið spæla í European League-bólkaspæli.

Bjarni í Selvindi hevur fingið eina flúgvandi byrjan uppá tíðina í íslendskum hondbólti: 21 mál - sjey í hvørjum - í teimum trimum alemnnu dystunum hjá Vali, har 22-ára gamli bakkurin eisini hevur verið toppskjútti í øllum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Bjarni í Selvindi hevur fingið eina flúgvandi byrjan uppá tíðina í íslendskum hondbólti: 21 mál - sjey í hvørjum - í teimum trimum alemnnu dystunum hjá Vali, har 22-ára gamli bakkurin eisini hevur verið toppskjútti í øllum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-09-05 14:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Bjarni í Selvindi hevur fingið eina flúgvandi byrjan uppá tíðina í íslendskum hondbólti. Í gjár spældu skálamaðurin og Valur byrjanardystin í landskappingini, og eins og vikuna frammaundan í stórsteypadystin og í evropeiska dystinum um vikuskiftið, varð 22-ára gamli bakkurin toppskjútti hjá Vali við 7 málum.

21 mál uppá tríggjar dystir er meira enn góðkent hjá Bjarna. Í gjár rakk hetta til ein javnleik móti ÍBV, sum vitjaði í N1-höllinni á Hlíðarenda. 

Valur hevði annars vent tí og var á sigurskós, men so skoraði Kári Kristján Kristjánsson í síðstu løtu til 31-31. Strikuspælarin skoraði, eins og Bjarni í Selvindi, sjey mál í allarfyrsta dystinum í Ólis-deildini.

Allan Norðberg spældi ikki nakrar serligan leiklut fyri Val í gjár. Strandingurin og skálamaðurin eru nú ávegis til Kroatia, har Valur leygardagin skal gera arbeiði liðugt í play-off umfarinum í Europa League.

Valur vann 34-25 á á Bjelin Spacva leygardagin - hóast útiliðið var á odda 16-13 í stegðinum. Um Valur tapir við átta málum ella fær betri úrslit enn tað í Kroatia leygardagin 7. september, skulu íslendsku steypavinnararnir spæla bólkaspæl í European League. Uppgerðin er á skránni leygarkvøldið klokkan 18.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder