Fótbóltur

Dávid Reynheim seldur til Torino

16 ára gamla stjørnuskotið skiftir nú til italska stórfelagið.

(Mynd: HB / RSmedia)

(Mynd: HB / RSmedia)

2024-09-06 21:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

16 ára gamli Dávid Reynheim skiftir nú úr HB til italska stórfelagið Torino.

Tað var í august, at tað fyrstu ferð kom fram, at Dávid Reynheim var á veg til Italia, og í dag váttar HB, at viðurskiftini eru komin uppá pláss.

HB upplýsir ikki fíggjarligu viðurskiftini í sambandi við skifti, men í felagnum eru tey væl nøgd, sigur ítróttarstjórin, Símun Samuelsen.

Dávid Reynheim, sum er sonur navnframa Kára Reynheim, skal í fyrsta umfari spæla og venja við U17-liðnum hjá Torini, men hann ætlar ikki at steðga har.

– Eg byrji á U17-liðnum, og eftir ætlan skal eg eisini vera við U19-liðnum. Málið er sjálvsagt at vísa meg fram, og at koma nærri besta liðnum hjá Torino.

Undan kappingarbyrjan í ár slapp Dávid Reynheim at venja við Betri-hópinum. Eisini var hann at síggja í nøkrum av venjingardystunum. Her gjørdi hann tað so mikið væl, at hann bleiv fastur partur av Betri-hópinum.

– Eg havi ment meg nógv seinasta árið. Í fjør spældi eg við U15, og eg hevði ikki væntað at vera komin her til longu nú. Bara tað at sleppa at venja við besta liðnum hjá HB fyri fyrstu ferð, var stórt. Og so at sleppa at spæla dyst, var enn størri.

Tað var í stórsteypadystinum ímóti KÍ í mars, at Dávid varð tveittur fyri leyvurnar. Hann var við frá byrjan í tí dystinum, takkaði fyri álitið og skoraði málið til 3-1. Eitt mál, sum skuldi vísa seg at verða avgerðandi, tí tann dystin vann HB 3-2.

Fleiri feløg hava víst Dávidi Reynheim áhuga, men sjálvur kendi hann einki til áhugan frá Torino, fyrr enn fyri nøkrum vikum síðani.

– Eg visti einki um hetta, fyrr enn foreldrini søgdu tað fyri mær fyri nøkrum vikum síðani. Samband hevur verið millum tey, umboðsmannin hjá mær og feløgini. So hetta hevur gingið ógvuliga skjótt, sigur Dávid Reynheim við hb.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder