Hondbóltur

Fyrsta hálvfinalan verður mikudagin

Hondbóltur: Tíðirnar eru nú settar á hálvfinalurnar hjá monnunum.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-03-18 16:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Longu mikukvøldið verður fyrsta hálvfinalan í FM-endaspælinum í hondbólti fyri menn spæld. Tað verður í Vestmanna, har VÍF tekur ímóti H71.

Feløgini, sum hava spælt seg í FM-hálvfinalurnar í hondbólti fyri menn eru nú komin ásamt um, hvussu dystirnir skulu spælast. Í gjárkvøldið gjørdist greitt, hvørji lið møtast í hálvfinalunum.

Les: H71 valdi VÍF 

Hjá tí, sum hevur stóran áhuga fyri hondbólti, er møguleiki at síggja allar tær fýra hálvfinalurnar. Fyrsta verður sum sagt í Vestmanna mikukvøldið.

Hóskvøldið spæla Kyndil og Neistin í Stórhøllini í Havn. Umdystirnir verða spældir sunnudagin, ávikavist í Hoyvík og á Hálsi. Dysturin í Hoyvík byrjar klokkan 16 og dysturin á Hálsi klokkan 18.

Um so er, at liðini vinna hvør sína hálvfinalu, skal ein triði og avgerandi dystur spælast mikudagin 27. mars, men klokkutíðin fyri tann dystin verður ikki ásett fyrr enn staðfest um neyðugt verður við eini triðju hálvfinalu.

Vinnararnir av hálvfinalunum møtast í FM-finalunini. Spældir verða upp í fimm dystir. Føroyameistari verður tað lið, sum fyrst vinnur tríggjar dystir.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder