- Minnist tú, hvat hendi í januar? Tá ein tíggjundapartur av øllum føroyingum fóru til Berlin? Tað gera vit. Fyri eina hondbóltskommunu sum okkara var hetta helst størsta ítróttarliga hending nakrantíð.
Soleiðis skrivar Sjóvar kommuna á heimasíðu sínari, í sambandi við at kommunan hevur gjørt eitt serstakt keyp.
Í hópinum hjá manslandsliðnum í Týsklandi vóru ikki nógvar kommunur umboðaðir. Teir allarflestu eru uppvaksnir í Hoyvík ella í Havn og Nicholas Satchwell og Peter Krogh eru ikki uppvaksnir í Føroyum.
Tvær føroyskar kommunur vóru umboðaðar við leikarum á EM-liðnum: Tórshavnar kommuna onnur og Sjóvar kommuna hin.
Kjartan Johansen í Mercedes Benz-Arena í Berlin. Hann er skrásettur fyri eitt EM-mál (Mynd: Sverri Egholm)
Allan Norðberg og Kjartan Johansen eru av Strondum og eru harvið uppvaksnir í StÍF, sum er ítróttarstoltleikin í Sjóvar kommunu.
Báðir royndu og lámu spælararnir hava spælt uttanlands í nógv ár og eru høgt í metum á Strondum. Nú hevur Sjóvar kommuna eisini keypt blusurnar hjá Allani og Kjartani úr Berlin, og tær skulu fyribils hanga til heiðurs og æru á kommunuskrivstovuni, skrivar sjovar.fo.
Talan er um blusuna við 7-talinum og blusuna við 10-talinum.
Tað er Hondbóltssambandið, sum hevur savnað tær hvítu dystarblusurnar frá søguliga EM-endaspælinum, ramma tær inn og annars gjørt eitt sindur burturúr teimum. Hetta er nakað, sum fyritøkur, persónar - ella kommunur - kunnu keypa.
Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu, saman við Halli Danielsen úr HSF (Mynd: sjovar.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald