Hondbóltur

Jóhannes Bjørgvin gjørdi bart móti Vali

Stjarnan vann 28-25 í føroyingauppgerðini í Garðabær í gjárkvøldið. Føroyski vinstri vongurin varð javnsettur toppskjútti við seks málum - liðið hjá Allani Norðberg og Bjarna í Selvindi hevur framvegis ikki vunnið.

24-ára gamli vinstri vongurin hevur umboðað Neistan og VÍF í Føroyum, og vann hann fyrr í ár steypakappingina við vestmenningum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

24-ára gamli vinstri vongurin hevur umboðað Neistan og VÍF í Føroyum, og vann hann fyrr í ár steypakappingina við vestmenningum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-09-20 07:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein av føroysku spælarunum, sum skifti til íslendskan hondbólt í summar, var Jóhannes Bjørgvin. 24-ára gamli vinstri vongurin hevur umboðað Neistan og VÍF í Føroyum, og vann hann fyrr í ár steypakappingina við vestmenningum.

Nú spælir Jóhannes í Stjarnuni, og í gjár spældi hann ein stóran dyst móti íslendsku steypavinnarunum og European Cup-meistarunum.

Valur hevur í september spælt seg í bólkaspælið í European League, sum er næstbesta evropeiska kappingina. Eftir trý umfør í íslendsku deildini, hevur høvuðsstaðarfelagið við Allani Norðberg og Bjarna í Selvindi í hópinum bert eitt stig.

Í 3. umfari í gjár var Stjarnan omaná og vann 28-25. Grundarlagið hjá heimaliðnum í Garðabær varð lagt í 1. hálvleiki. Støðan var 21-15 í steðginum.

Tað hevur higartil gingist heilt væl hjá Bjarna í Selvindi við málskjótingini í Íslandi, men í gjár spældi skálamaðurin ikki stóran leiklut og skoraði einki mál. Allan Norðberg skoraði eitt mál av høgra vongi.

Strandingurin spældi eina løtu yvirav Jóhannes Bjørgvin, sum gjørdi bart hinvegin. Hann skeyt seks mál og varð harvið javnsettur toppskjútti í dystinum.

Góður sigur hjá Stjarnuni, sum nú hevur fýra stig fyri trý umfør. 

Sí stigatalvuna her - Sveinur Olafsson og Hallur Árason spæla fyri Afturelding

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder