Annað

Bridge: Liðið hjá Byggitilfar hevur lagt seg á odda í FM

Fyrstu trý umførini í FM-kappingini fyri lið vórðu spæld um vikuskiftið.

2024-09-24 06:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fyrstu umførini í føroyameistarakappingini í bridge fyri lið vórðu leikt í Bridgehúsinum í Gundadali leygardagin.

Eins og undanfarna kappingarár luttaka 10 lið í kappingini. Føroya Bridgesamband hevur avgjørt at skipa FM-kappingina fyri lið soleiðis, at fyrst verður leikt eitt grundspæl, har øll liðini møtast eina ferð í innanhýsis dytstum á 20 spøl. Í grundspælinum verða sostatt leiktir 9 dystir á 20 spøl.

Síðani verður farið til endaspælið, har liðini verða býtt upp í tveir bólkar. Fýra tey fremstu liðini í grundspælinum koma í A-bólkin, meðan hini seks liðini koma í B-bólkin.

Í endaspælinum hittast liðini í A-bólkinum tvær ferðir í innanhýsis dystum á 32 spøl, meðan endaspælið í B-bólkinum verður avgreitt á tann hátt, at liðini hittast tvær ferðir í innanhýsis dystum á 16 spøl.

Vinnarin av A-bólkinum verður føroyameistari, meðan vinnarin av B-bólkinum gerst bólkavinnari.

Úrslitini frá teimum trimum fyrstu umførunum í grundspælinum vóru hesi:

Umfar 1:
Símun Lassaberg – Suðuroyar Bridgefelag 12,30 – 7,70
Byggitilfar – Rútar 7 19,41 – 0,59
Henriette Svenstrup – Hallur Ellingsgaard 1,57 – 18,43
Ace Beo – Jet Jam 14,76 – 5,24
Jóannes Mouritsen – Jassarnir 13,41 – 6,59

Umfar 2:
Suðuroyar Bridgefelag – Jassarnir 14,20 – 5,80
Jet Jam – Jóannes Mouritsen 2,21 – 17,79
Hallur Ellingsgaard – Ace Beo 14,01 – 5,99
Rúar 7 – Henriette Svenstrup 15,77 – 4,23
Símun Lassaberg – Byggitilfar 6,80 – 13,20

Umfar 3:
Byggitilfar – Suðuroyar Bridgefelag 20,00 – 0,00
Henriette Svenstrup – Símun Lassaberg 0,67 – 19,33
Rútar 7 – Ace Beo 7,02 – 12,98
Jóannes Mouritsen – Hallur Ellingsgaard 19,65 – 0,35
Jassarnir – Jet Jam 10,55 – 9,45

Støðan eftir fyrstu 3 umførini er hendan:

  1. Byggitilfar 52,61 stig
    2. Jóannes Mouritsen 50,85 stig
    3. Símun Lassaberg 38,43 stig
    4. Ace Beo 33,73 stig
    5. Hallur Ellingsgaard 32,79 stig
    6. Rútar 7 23,38 stig
    7. Jassarnir 22,94 stig
    8. Suðuroyar Bridgefelag 21,90 stig
    9. Jet Jam 16,90 stig
    10. Henriette Svenstrup 6,47 stig

Komandi trý umførini í grundspælinum í FM kappingini fyri lið verða leikt í
Bridgehúsinum í Gundadali leygardagin 16. novembur, og byrja verður kl. 12. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder