Fótbóltur

Christian Høgni Jacobsen nýggjur U17-venjari

Hann avloysir Fróða Benjaminsen. Maðurin úr Saltangará er spentur til uppgávuna og hevur nú tikið sín fyrsta hóp út. U17-dreingirnir skulu til EM-undankapping í Albania 9. - 15. oktober.

- Hetta er eisini ein krevjandi uppgáva, tí fyri nógvar av hesum dreingjunum er U17 aldurin eitt snúningspunkt í teirra fótbóltslívi. sigur Christian Høgni Jacobsen millum annað við fsf.fo (Mynd: Bjarni Enghamar)

- Hetta er eisini ein krevjandi uppgáva, tí fyri nógvar av hesum dreingjunum er U17 aldurin eitt snúningspunkt í teirra fótbóltslívi. sigur Christian Høgni Jacobsen millum annað við fsf.fo (Mynd: Bjarni Enghamar)

2024-09-24 17:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Holland, Kroatia og Albania vera føroysku mótstøðulondini, tá U17-landsliðið við dreingjum í næsta mánaða fer til EM-undankapping í Albania.

Liðið fer til Albania við nýggjum høvuðsvenjara. Fróði Benjaminsen hevur røkt starvið seinastu árini, men nú er metmaðurin á føroyska A-landsliðnum fyribils fluttur av landinum.

Christian Høgni Jacobsen er nýggjur venjari hjá U17-landsliðnum við dreingjum. Christian Høgni hevur royndir sum millum annað ungdómsvenjari í serliga NSÍ og seinast í ÍF.

– Hetta er ein ótrúliga spennandi uppgáva, og eg lá ikki leingi á boðunum, tá eg bleiv spurdur. Men hetta er eisini ein krevjandi uppgáva, tí fyri nógvar av hesum dreingjunum er U17 aldurin eitt snúningspunkt í teirra fótbóltslívi. So tað ræður um at taka uppgávuna í fullum álvara, og vit herja á beinanvegin, sigur Christian Høgni Jacobsen við heimasíðuna hjá FSF.

Christian Høgni hevur nú tikið sín fyrsta hóp út. Í hópinum eru millum annað tveir fyrrverandi HB'arar, sum nú spæla uttanlands.

- Saman við hjálparvenjaranum, Rógva Nónsgjógv Poulsen, hevur Christian Høgni Jacobsen sett navn á teir 18, ið eru úttiknir til stóru og spennandi avbjóðingarnar, ið standa fyri framman í Albania.

Hópurin:
Markus Johansen, 07 Vestur
Rasmus Helgason, 07 Vestur
Poul Eliasen, HB
Benadiktus Olsen, NSÍ
Jónas Brynhildarson Gaard, HB
Silas Bjarnason Joensen, HB
Jógvan í Lon, HB
Jógvan í Skála, HB
Dánial Mørkøre, Vejle BK (Danmark)
Dávid Reynheim, Torino FC (Italia)
Jeffrey Dulavík Berg, Skála
Eyðtór Eyðsteinsson Joensen, TB
Djóni Sivertsen, B36
Rasmus Emil Poulsen, B36
Dávid Høgnason, B36
Heini Sólheim Guttesen, B36
Páll Muller, KÍ
Jónas Samuelsen, B68

Dystaskráin
9. oktober Holland – Føroyar á Niko Dovana Stadion (kl. 10:00)
12. oktober Kroatia – Føroyar á House of Football (kl. 10:00)
15. okober. Føroyar – Albania á Egnatia Stadion (kl. 14:00)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder