Fótbóltur

Ungdómsfinalurnar verða spældar í næstu viku

Nú er greitt, at at B36 og Víkingur verða greitt best umboðað við fýra liðum hvør í ársins steypafinalum. Fleiri smærri feløg hava eisini lið við.

Yngstu liðini hjá Víkingi og B36 hittast (U13) - Mynd: vikingur.fo

Yngstu liðini hjá Víkingi og B36 hittast (U13) - Mynd: vikingur.fo

2024-09-25 16:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í næstu viku verða seks ungdómsfinalur spældar á Tórsvølli. Hálvfinalurnar hjá U21 og U17 (menn og dreingjum) eru spældar í vikuni, og nú er millum annað greitt, at Víkingur er við í øllum "ungdómsfinalunum" hjá dreingjum (U13, U15 og U17), meðan nakað smærri feløg skulu spæla finalu hjá U21.

Sí eisini: ÍF og B71 spældu seg í U21-finaluna

Fótbóltsíðan bolt.fo hevur gjørt eitt yvirlit. Har verður millum annað víst á, at Víkingur verður í øllum fýra finalunum á longsta degnum, 5. oktober. Umframt dreingjaliðini spæla kvinnurnar eisini steypafinalu tá - allarhelst móti NSÍ. 

Samanlagt eru Víkingur og B36 best umboðað í ungdómsfinalunum við trimum liðum og samanlagt fýra liðnum - ávikavist kvinnum og monnum eisini.

Ungdómsfinalur:

Mikudagin 2. oktober
U16 gentur
19.00: KÍ - Skála 


Fríggjadagin 4. oktober
U13 gentur
17.30: B36 - 07 Vestur/MB

U21 (menn)
19.30: B71-ÍF


Leygardagin 5. oktober
U13 dreingir
10.30: B36-Víkingur 

U15 dreingir
12.30: Víkingur-B36 

U17 dreingir
15.30: KÍ-Víkingur 


Allar finalurnar verða spældar á Tórsvølli.

Umboðað í ungdómsdeildunum:

3: Víkingur og B36

2: KÍ

1: B71, ÍF, Skála og 07 Vestur/MB


Vaksin:

05.10 kl. 18.30: Víkingur- (helst NSÍ)*

02.11 kl. 17.00: B36-HB (løgmanssteypið)

* 5-1 til HB eftir fyrru hálvfinaluna

Kelda: bolt.fo
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder