Annað

Føroyar spæla fýra dystir á fyrsta degnum

Fyrstu pílarnir í liðkappingini verða kastaðir móti Malta klokkan 13, og endað verður í kvøld móti slovakisku vertunum. Til ber at fylgja EM í dart á Dartconnect.

Føroyski landsliðshópurin við formanni og venjara undan fráferð úr Vágum mánadagin (Mynd: Dartsamband Føroya)

Føroyski landsliðshópurin við formanni og venjara undan fráferð úr Vágum mánadagin (Mynd: Dartsamband Føroya)

2024-09-25 09:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mánadagin setti føroyska dart-landsliðið við monnum kósina móti Slovakia, har EM í darti verður spælt hesa vikuna.

Sí eisini: Manslandsliðið í dart til EM í Slovakia

40 lond luttaka, og á tí fyrsta av teimum fýra kappingardøgunum skulu teir fýra føroyingarnir spæla fýra dystir. 

Mikudagur 25.09:
13.00 Malta - Føroyar
16.00 Føroyar - Skotland
18.30 Rumenia - Føroyar
20.00 Føroyar - Slovakia

Føroyar stóðu seg heilt væl til EM fyri í 2022. Tá endaðu okkara á 16. plássi. Av teimum, sum Føroyar spæla ímóti í dag, endaðu bert Rumenia (tvey pláss) og Skotland (nummar 10) frammanfyri.

Føroyar eru "favorittar" móti Malta og serliga móti slovakisku vertunum. Tvey lið koma víðari úr bólkinum

Til ber at fylgja dystunum á tv.dartconnect.com.

Jan Erik Fjallstein, Remy Gaardlykke, Jan MacIntosh og Uni Árting spæla fyri Føroyar. 

Kappast verður í einmansleiki, tvímansleiki og í liðkapping. Tað er síðstnevnda av hesum, sum er á skránni í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder