Fótbóltur

Víkingur hevur fingið innanhýsis yvirtakið móti KÍ

Víkingarnir hava vunnið fýra av teimum seinastu seks kappingardystum móti KÍ. Harav er bert ein spældur í Sarpugerði, har liðini spæla í kvøld klokkan 17.

Liðini, sum bresta saman í Norðagøtu í kvøld, hava spælt tveir dystir í Klaksvík fyrr í ár. Tey hava vunnið hvør sín (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Liðini, sum bresta saman í Norðagøtu í kvøld, hava spælt tveir dystir í Klaksvík fyrr í ár. Tey hava vunnið hvør sín (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-09-25 12:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ gjørdist føroyameistari í 2021, 2022 og 2023. Tað vóru ógvuliga sannførandi meistaraheiti, har KÍ samanlagt bert tapti tríggjar dystir - tveir eftir at FM var endaliga komið í hús.

Tveir av hesum dystunum vann Víkingur, og báðir vóru í fjør. Ein var tann í Norðagøtu, sum lá millum Molde-dystirnar hjá KÍ í august í fjør, og hin var í síðsta umfari í Klaksvík. KÍ fekk steypið handað eftir dystin, men Sølvi Vatnhamar skoraði til 2-1 við brotssparki í yvirtíðini. Harvið tryggjaði Víkingur sær silvurheiðursmerki annað árið á rað.

[object Object]
Jákup Biskopstø Andreasen lyfti FM-steypið seint í oktober í fjør, men Sølvi Vatnhamar og Víkingur vunnu á degnum. Tað at Jákup Andreasen so at siga ikki hevur spælt í ár hevur havt stóra ávirkan á KÍ-liðið (Mynd: Jens Kr. Vang)

Víkingarnir hava so at siga bert vunnið dystir seinasta stóra árið, og hava í 2024 verið suverenir í Betrideildini, meðan KÍ hevur runnið nakað væl aftanfyri. KÍ vann 2-1, tá liðini hittust í Klaksvík 12. mai, men tríggjar vikur seinni var Víkingur omaná (0-2)

Harvið hevur liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen vunnið fýra av teimum seks seinastu kappingardystunum móti KÍ, har tann fyrsti er steypafinalan í 2022. Har er ein stórsteypadystur, sum í ein ávísan mun kann roknast sum kappingardystir, afturat hasum seks. Hann endaði mállyesur eftir 90 minuttir, har KÍ vann við brotsspørkum.

[object Object]
KÍ hevði ikki tapt yvir fýra ár móti Víkingi og hevði júst vunnið føroyameistaraheitið við at seta met. So vann Víkingur steypafinaluna, og síðsta stóra árið hevur liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen so at siga bara vunnið - eisini í flestu førum móti KÍ (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tvey merkisverd ting eru við hesum tíðarskeiðnum, og tí at víkingarnir nú hava fingið yvirtakið. Eitt er, at frammaundan steypafinaluni hevði Víkingur ongan kappingardyst vunnið móti KÍ síðani mai 2018. Hitt er, at bert ein av hesum seks dystunum er spældur í Sarpugerði.

Eins og í fjør, hevur KÍ tveir heimadystir og ein útidysti móti Víkingi. Í dystinum millum "stórfeløgini í Norðurøkinum" í Sarpugerði í kvøld, kann Víkingur við yvir 99 prosent vissu tryggja sær FM. So er spurningurin hvønn veg, tað koppar hesaferð - uppgerðirnar millum feløgini eru so at siga altíð tættar.

Sí eisini: Verður møguliga eitt stórt mikukvøld í Sarpugerði

Betrideildin 19. umfar - útsettur dystur frá august
Í dag, mikudagin 25.09 
17.00: Víkingur - KÍ

Til ber at fylgja gongdini á forsíðuni á Portalinum. Televaprið vísir dystin. 

Støðan í oddinum:
1. Víkingur 63 stig (+55)
2. KÍ 54 stig (+27)

Seinastu seks kappingardystirnir millum liðini:
2022
Víkingur 
- KÍ 1-0 (Á Tórsvølli)

2023 *
KÍ -
Víkingur 2-0
Víkingur - KÍ 2-1
KÍ - Víkingur 1-2

2024
KÍ - 
Víkingur 2-1
KÍ - Víkingur 0-2

* Har var ein stórsteypadystur tíðliga á árinum. Hetta kann eisini roknast sum ein kappingardystur. Hann endaði 0-0 eftir 90 minuttir. KÍ vann við brotssparkskapping.

Tøl: FaroeSoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder