Fótbóltur

KÍ koppaði Víkingi og útsetti FM-veitsluna

Endaði 1-2 í inntensa dystinum har royndir KÍ-spælarar gjørdu mun, og har Víkingur kundi fingið 1-1 málið. Seks stig og 24 mál skilja liðini undan seinastu fýra umførunum.

Samumtikið fer 2024 eftir øllum at døma at standa sum eitt keðiligt kappingarár fyri KÍ, sum er trýfaldur føroyameistar i og helst hevur væl dýrasta hóp í Føroyum. Í kvøld eydnaðist tó teimum at basa oddaliðnum á útivølli (Mynd: Sverri Egholm)

Samumtikið fer 2024 eftir øllum at døma at standa sum eitt keðiligt kappingarár fyri KÍ, sum er trýfaldur føroyameistar i og helst hevur væl dýrasta hóp í Føroyum. Í kvøld eydnaðist tó teimum at basa oddaliðnum á útivølli (Mynd: Sverri Egholm)

2024-09-25 19:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var sanniliga ikki altíð serliga pent, men tað var sjálvdan, at tað ikki var áhugavert og spennandi at fylgja við í Sarpugerði.

KÍ skoraði tíðliga, tá Árni Frederiksberg flott smekkaði bóltin í netið stutt uttanfyri brotsteigin, eftir at Arnbjørn Svensson í tveimum førum.  Tá hevði útiliðið longu havt tvær vandamiklar støður, KÍ var eisini nær við tvær ferðir afturat fyri steðgin, men so líðandi varð Víkingur meira vandamikið og setti seg meira á spælið.

[object Object]
Árni Frederiksberg skoraði við góðum fluktara tíðliga í dystinum, og legði hann eisini innfyri, tá KÍ skoraði til 2-0. Árni var í nógvum nærdystum og fekk millum annað gult í einum roki við Olaf Bárðarson (Mynd: Sverri Egholm)

Tað var um reppið, at Víkingur revsaði KÍ í tveimum førum fyri steðgin, og tað sá út til, at Víkingur hevði bóltin í málinum hjá KÍ beint eftir steðgin. Dómarin Heini Ziskason Viðoy og hjálpardómarin Jógvan Breckmann sóu helst ikki støðuna nóg væl til at døma mál - tað varð í øllum førum ikki mett, at bólturin var innanfyri.

Júst dómararnir høvdu eina stóra uppgávu, tí nógv tendring var á. Til tíðir sá út til at ov nógv kort og fríspørk vóru givin - til tíðir ov fá. Spælarar á báðum liðum gjørdu sítt til at erta til hvønn annan, og góða fótbóltsspælið sást ikki serliga ofta, sum dysturin leið.

[object Object][object Object]
Nógvar spentar støður, har dómaratoymi traðkaði inn á ymsan hátt. Átta gul kort vórðu givin 

[object Object]Nógvir áskoðarar til kvøldsins dyst og settu teir eisini sín dám á (Myndir: Sverri Egholm)

Tað var Víkingur, ið skuldi og vildi meira við bóltinum, og til tíðir eydnaðist at skapa góðar støður. KÍ spældi tó ein fínan verjudyst og við so at siga sínum einasta álopið í 2. hálvleiki, økti útiliðið. KÍ vann horna í høgru, Árni Frederiksberg sendi aftur væl innfyri, víkingarnir bjargaðu á linjuni, men bólturin hoppaði út til Odmar Færø, og verjuspælarin smekkaði bóltin í netið.

Víkingur vildi - og kundi kanska - fingið eitt brotsspark tíðliga í 2. hálvleiki, tá bólturin kom í armin á Albert Ejupi í brotsteignum. Fimm minuttir fyri leiklok, peikaði Heini Viðoy á blettin. Olaf Bárðarson fór umkoll, tá Odmar royndi at støðga honum. Sølvi Vatnhamar umsetti trygt til mál, og hóast lívligan enda endaði tað 1-2.

Sigusrøðin hjá Víking á 13 dystiri endaði, meðan KÍ vann sín níggjunda sigur á rað. KÍ syrgdi eisini fyri, at Víkingur ikki kann taka stigametið frá 2022 (77 stig).

Víkingur er tó framvegis í ógvuliga góðari støðu til FM. Liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen skal í minsta lagi tapa tveir dystir og spæla ein javnan av teimum írestandi fýra, um KÍ skal hava ein møguleika at yvirhála. Tey 24 málini, ið eru á muni, ger, at hóast tað eitur seks stig, so er tað so at siga sum sjey stig eru á muni.

Betrideildin 19. umfar - útsettur dystur frá august
Í dag, mikudagin 25.09 
Víkingur - KÍ 1-2 (0-1)
8' Árni Frederiksberg 0-1
78' Odmar Færø 0-2
87' Sølvi Vatnhamar, br. 1-2

Sí meira um dystin her

Støðan í oddinum:
1. Víkingur 63 stig (+53)
2. KÍ 57 stig (+29)

KÍ spælir í Sørvági sunnudagin - Víkingur spælir á Skála mánadagin

Dagført: 20.37

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder