Annað

Seyðahundakapping á Mørkini um vikuskiftið

Jónstein Petersen og Gripur vunnu kappingina, sum Eysturoyar Seyðahundafelag skipaði fyri um vikuskiftið.

2024-09-26 09:53 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Møguliga ein nýggjur kongur í hægstu rók. Jónstein Petersen byrjaði at sýna sínar dygdir sum venjari og førari í fjør og var fyrstu ferð á landsliðnum og kappaðist uttanlands við hundinum Gripi.

Um vikuskiftið gjørdi hann aftur ein vørr á Mørkini við Funningsfjørð. Hann fekk lítlafingur fram um og tók sigurin. Ein av favorittunum bleiv nurmmar trý, nevnliga Tummas Jacobsen.

Vinnarin var tó ikki lættur at finna, tá ið annað og fyrsta pláss vóru jøvn í stigum, nevnliga 86 stig. Nú vóru Anna Sofía Fjallheim og Jónstein Petersen í hólmgongu, og bara annar kundi vinna. Tá ið ein tílík støða kemur í, verður talt, hvør hevur mest stig fyri beiting, at fáa gongd á seyðin og tilrakstur.

Í hesum trimum lutum vann Jónstein á Onnu Sofíu við einum stigi.

Sunnudagin var tvíbeitingarroynd (en. douple fetch) gjørd fyri fyrstu ferð í 10 ár. Har luttóku fimm tey bestu frá leygardegnum.

Her vann Jónstein ein tryggan sigur við meiri enn 10 stigum framman fyri Tummas. Nummar trý bleiv Anna Sofía. Sum heild eydnaðist tvíbeitingin væl. Hetta verður vónandi at síggja aftur.

Fagurt at síggja ein hund reka 20 seyðir. Vanliga eru bert fimm.

[object Object]

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder