Fótbóltur

A-landsliðið hevur nógv at prógva í oktober

Mánadagin fer Håkan Ericson at kunngerða hópin til heimadystirnar móti Armenia og Lettlandi. Ongantíð í hansara tíð hevur trýstið at fáa fleiri stig í einum landsliðsvindeyga verið størri, og starvið kom sum skilst undir luppin fyrr í mánaðinum.

30 pláss niður á styrkislistanum seinastu árini. Fleiri av seinastu avrikunum hjá A-landsliðnum hava ikki verið nøktandi, og fleiri spurnartekin vórðu sett við Håkan Ericson og liðið fyrr í september. Skaðar fáa ein part av skylduni - mánadagin skal sviin, ið hevur sáttmála fyri 2025 eisini, aftur útnevna ein hóp, sum hevur umráðandi uppgávur á skránni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

30 pláss niður á styrkislistanum seinastu árini. Fleiri av seinastu avrikunum hjá A-landsliðnum hava ikki verið nøktandi, og fleiri spurnartekin vórðu sett við Håkan Ericson og liðið fyrr í september. Skaðar fáa ein part av skylduni - mánadagin skal sviin, ið hevur sáttmála fyri 2025 eisini, aftur útnevna ein hóp, sum hevur umráðandi uppgávur á skránni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-09-26 18:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ónøgd - og kanska uppaftur verri - ein ávis líkaslæla hómast mótvegis føroyska manslandsliðnum í fótbólti í løtuni. 

Avrikið móti Norðurmakedónia í 1. umfari í Nations League var nøktandi, og tað endaði 1-1 á Tórsvølli. Hendan góðveðursdag á Tórsvølli sníkti áskoðaratalið seg bert líka uppum tey 2.000, og harav høvdu fitt av áskoðarum ikki rindað atgongumerki sjálvi.

Føroyar taptu tríggjar dagar seinni í Lettlandi. Avrikið í fyrra hálvleiki var undir alt lágmark - serliga tá hugsað verður um, at mótsstøðuliðið ikki var ein av stóru fótbóltstjóðunum. Hetta var eisini annað tapið móti Lettlandi uppá tríggjar mánaðir. Føroyar høvdu árenn juni 2024 ikki tapt móti lettum í fimm dystum.

Sum skilst hevði tapið 10. september eisini tað avleiðingina, at starvsnevndin og topparnir í Fótbóltssambandinum stutt aftaná høvdu ein fund um støðuna á A-landsliðnum. Hetta hevur Portalurin fingið váttað frá fleiri keldum.

Sí eisini: Tvey tap móti Lettlandi seinastu tríggjar mánaðirnar

[object Object]
Vónbrotin Gunnar Vatnhamar í Riga (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Nøkur viðurskifti eru, sum Håkan Ericson og hansara toymi ikki hava ræði á - millum annað langtíðarskaðar. Men spurningarnir um millum annað úttøkur, og um hvussu liðið verður sett upp, fækkast ikki (Mynd: Sverri Egholm)

Umstøðurnar hjá Håkani Ericson og toymi til Baltic Cup í juni vóru als ikki tær bestu. Nógvir av teimum føstu vantaðu, og Andrias Edmundsson og Brandur Hendriksson góvu seint avboð - sjálvt um báðir kundu spæla dystirnar. At tapa 4-1 móti Estlandi í somu venjingarkapping, sum vit taptu móti Lettlandi í juni, var eitt lágpunkt. Estland liggur 122 á FIFA-styrkislistanum.

Sí listan her

Hesin styrkislistin er ikki altíð heilt í samsvar við veruleikan - ella í øllum førum ikki allan veruleikan. Tað er tó eitt sindur sigandi, at Føroyar nú eru dotnar niður á pláss nummar 140 í heiminum. Undan fyrstu dystunum hjá Håkani Ericson og toymi í september 2020 lógu Føroyar nummar 110. Also: 30 pláss niður uppá fýra ár.

Niðurgongd í úrslitum - og málum

Í teimum báðum Nations League-kappingunum undan hesari, og teimum undir verandi toymi, hava Føroyar fingið 20 stig í tólv dystum. Í 2020 flutti liðið, ósigrað, upp úr niðastu deildini, og í 2022 eydnaðist Føroyum at halda sær í deild C. Millum annað við sigrum á Litava og Turkalandi.

Tað tykiskt tó sum long tíð síðani. Síðani 2-1 sigurin á Turkalandi á Tórsvølli fyri tveimum árum og einum degi síðani, er tað bert eydnast at vinna á Liktinstein, sum eftir tapið fyri San Marino fyrr í mánaðinum, kann metast sum veikasta landsliðið í Evropa. Talan er um samanlagt 18 dystir.

Sí eisini: Hava vunnið ein av teimum einastu 16 dystunum (skrivað eftir Baltic Cup í summar)

Føroyar hava harav spælt 10 kappingardystir. (8 EM-undankappingardystir og tveir Nations League-dystir hesa tíðina) Úrtøkan er tveir javnleikir (Norðurmakedónia og Albania, úti). Í hesum dystunum hava Føroyar skorað eitt mál í opnum spæli - mál sum ikki eru deyðbóltar - og eingin áleypari hevur skorað.

Kropsliga hevur tað sæð gott út, og verjuspælið hevur í fleiri dystum verið gott. Men tað at man skapar ov lítið frameftir yvir longri tíð, er eisini við til at fáa eitt ávíst máttloysi inn; eisini millum áskoðarar. 

Møguleikin er her nú í Nations League, har liðini sum heild eru til at tosa við. Føroyar hava eisini skapt rímiliga nógvar støður í sínum fyrstu dystum í heyst. Tað verður eisini neyðugt á Tórsvølli í oktober, har Armenia og Lettland vitja. Armenia er nakað sterkari enn Lettland, men Føroyar eiga í minsta lagi at bjóða av móti teimum heima. Lettland skal vinnast hesaferð - Hetta staðfesti Andrias Edmundsson eisini í samrøðu við Portalin í Riga.

Sí eisini: Jóan Símun: Alfa og omega er at fáa Føroya fólk við

Heilt royndir landsliðspælarar sum Sølvi Vatnhamar og Jóan Símun Edmundsson viðurkendu áðrenn dystin í Lettlandi, at "man noyðist at fáa Føroya fólk við". Teir kenna og vita, at tað ikki er, sum tað onkutíð hevur verið áður: At føroyska A-landsliðið við monnum veruliga savnar fjøldina og flytir seg fram.

Fundur og spurningar um framtíðina

Í mun til úrslit, hevur tað gingið afturá seinastu tíðina. Håkan Ericson hevur sáttmála fyri næsta ár eisini, men tað kann verða eitt tungt 2025 fyri allar partar, um Nations League ikki spælir væl av. Um Føroyar enda aftast í bólkinum, so skal man í øllum førum spæla "fyri lívinum" í deildini, um ikki man flytir beinleiðis niður í deild D. Í so fall er tað minni spennandi, tá Nations League verður aftur í 2026.

Nakrar keldur hjá Portalurin hava upplýst, at millum annað landsliðsvenjaraspurningurin varð vendur dagin eftir tapið í Lettlandi, og at man ikki heilt dregur somu línu á tí økinum í FSF í løtuni. Hetta kemur eisini fram í Sosialinum, sum kemur út í morgin.

Um nakað starv er uppá spæl 10. og 13. oktober er óvist, men landsliðsvenjarin, toymið og spælararnir hava eina risastóra uppgávu fyri framman. Man skal aftur prógva, at man kann vinna fótbóltsdystir. Annars kemur plássið í deildini uppá spæl og staðfestingin av einum veikum 2024 verður sterkari. 

Fyritreytirnar hjá einum føroyskum fótbóltslandsliðið eru tað, sum tær eru. Føroyska manslandsliðið hevur tó ofta víst, at nógv ber til, hóast fólkatalið er lítið, og at allir spælararnir ikki eru profilar á stórum adressum. Nú vera møguliga nakrir spælarar tøkir aftur, sum hava verið lyklaspælarar seinastu árini.

Håkan Ericson úttekur mánadagin hópin til heimadystirnar móti Armenia og Lettland. Hetta á tíðindafundi í FSF-húsinum klokkan 10.

Støðan í bólkinum:
1. Norðurmakedónia 4 stig 
2. Armenia 3 stig 
3. Lettland 3 stig 
4. Føroyar 1 stig

Aftasta liðið í bólkinum flytir beinleiðis niður, um tað er millum tvey tey aftastu liðini í deildini. Annars verður ein play-off dystur móti einum av ovaru liðinum í Deild D næsta ár.

10. oktober: 
Føroyar - Armenia

13. oktober: 
Føroyar - Lettland

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder