Hondbóltur

Fyrsta hálvfinalan verður í Vestmanna í kvøld

VÍF tekur ímóti H71, ið valdi at spæla ímóti vestmenningum. Sí her hvussu hálvfinalurnar eru skipaðar.

H71 hevur verið omaná í innahýsis uppgerðunum ímóti VÍF í ár(Mynd: Sverri Egholm)

H71 hevur verið omaná í innahýsis uppgerðunum ímóti VÍF í ár(Mynd: Sverri Egholm)

2019-03-20 14:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í hálvfinalunum er tað so, at tað skal ein vinnari finnast í hvørjum dysti. Er javnleikur eftir vanliga leiktíð, skal dysturin avgerðast við longdari leiktíð á tvær ferðir fimm minuttir. Er vinnari ikki funnin tá, skulu liðini út í brotskastkapping, har tey fyrst skjóta fimm brotskøst hvør.. 

Tapandi liðini í hálvfinalunum skulu dystast um triðja plássið. Liðið, sum endar ovari í landskappingini eftir trý umfør hevur í tí førinum heimavøll. Liðini ið endaður á trimum teimum aftuast plássunum eftir 18 umfør (KÍF, StÍF og Team Klaksvík) dystast í innanhýsis kapping, har liðini spæla heima og úti. Fyrsti dysturin er í Kollafirði í kvøld (kl.20.00), har Team Klaksvík er á vitjan.


Leiksskráin fyri hálvfinalurnar:

Mikudagin 20. mars 
Kl. 20.00: VÍF – H71

Hósdagin 21. mars
Kl. 20.00: Kyndil – Neistin

Sunnudagin 24. mars
Kl. 16.00: H71 – VÍF
Kl. 18.00: Neistin – Kyndil

Mikudagin 27. mars
Møguligar triðju hálvfinalur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder