Fótbóltur

B68 er nú nærri strikuni - dysturin blástur av eftir 88 minuttir

Áleypararnir slóu til, tá teir skuldu, og nú er lagt upp til botnbrak á Skála fríggjakvøldið - ÍF fer niður. Dysturin í Fuglafirði fekk ein bráðan enda, tá ein áskoðari small um - viðkomandi kom tó fyri seg.

Jákup á Borg og hansara menn fingu trý kærkomin mál og trý kærkomin stig í dag. Teir vórðu skelkaðir, tá ein av teirra fjepparum small um næstan beint omanfyri beinkin. Avgerð varð tikin um at blása dystin av, og verður hann eftir øllum at døma ikki tikin uppaftur (Mynd: Sverri Egholm)

Jákup á Borg og hansara menn fingu trý kærkomin mál og trý kærkomin stig í dag. Teir vórðu skelkaðir, tá ein av teirra fjepparum small um næstan beint omanfyri beinkin. Avgerð varð tikin um at blása dystin av, og verður hann eftir øllum at døma ikki tikin uppaftur (Mynd: Sverri Egholm)

2024-09-28 17:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrsti dysturin í 24. umfari varð spældur í Fuglafirði seinnapartin. Bæði liðini høvdu veruliga stig fyri neyðini, og tað endaði við at annað kom nærri strikuni, meðan hitt fluttu niður.

B68 byrjaði greitt betri, og eftir ellivu minuttir sló Brian Jakobsen. ÍF, ið hevði fleiri leikbann, svaraði tó aftur og eftir langt innkast í 20 .minutti, sum Uros Stojanov snittaði víðari, setti Jákup Andrias Thomsen bóltin í málið. Fyrsta Betrideildarmálið hjá gøtumanninum.

Restina av 1. hálvleiki var ógvuliga rótutir, og nógvir nærdystir og óneyvar sendingar myndaðu dystin eina løtu.

[object Object]Brian Jakobsen skoraði sítt fjórða mál í kappigarárinum. Her leggur hann B68 á odda - Símun Kalsø roynir at forða fyri. (Mynd: Sverri Egholm)

Í 2. hálvleiki sást, at B68 hevði meira góðsku. ÍF'arnir vóru ónøgdir við, at tað ikki varð dømt hond, tá Fríði í Túni Petersen tók bóltin við sær tíðliga í 2. hálvleiki. B68-bakkurin legði flatt innfyri, og har var Jóhan Josephsen púra kaldur: 1-2. 19-ára gamli klaksvíkingurin spældi ein góðan dyst í dag, og var hetta fyrsta mál hjá Jóhan, síðani hann í summar varð leigaður úr KÍ.

Ein annar ungur og evnaríkur áleypari gjørdi bart, tá tjúgu minuttir restaðu í. Tá rak Bartal Páll Klein til sítt vinstra bein, og smekkaði hann bóltin niður í málhornið til 1-3.

[object Object]
17-ára gamli Bartal Páll Klein gjørdi triðja málið hjá B68 í dag - sítt triðja mál í Betrideildini í ár (Mynd: Sverri Egholm)

Margháttiligur endi - áskoðarin kom fyri seg

1-3 var endaliga úrslitið, men liðini spældu ikki meira enn 88 minuttir í Fløtugerði seinnapartin. 

Tað kom ein steðgur í, tí ein hending var á áskoðaraplássinum. Skjótt setti Bjarki Danielsen spælið í gongd aftur, men steðgaði tí næstan beinanvegin aftur.

Ein B68-fjeppari var smollin um. Støðan sá ógvuliga álvarslig út, tí man fann ikki pulsin hjá honum, og fólk fóru eftir hjartastartara. 

[object Object]
Støðan var sum vera man ógvuliga spent á og kring vøllin eina løtu

[object Object]
Terji Nielsen, trygdarumboð hjá FSF, kom á vøllin og tosaði við dómaratoymið. Teir fóru so víðari til høvuðsvenjararnar Jákup á Borg og Ólavur Larsen. Lítla løtu seinni fóru liðini av vøllinum (Mynd: Sverri Egholm)

Ímeðan gingu spælarar, venjarar og onnur og bíðaðu, og tað var nærum tøgn. Bjarki Danielsen fór rímiliga skjótt yvir til venjararnar, og tað endaði við, at høvuðsdómarin blásti dystin av - sum skilst varð skjótt endaliga støða tikin til, at dysturin ikki verður tikin uppaftur. Tað vóru beint undir tveir minuttir eftir av vanligari leiktíð, umframt fýra eykaminuttir eftir.

Áskoðarin kom tíbetur fyri seg. Neyðugt var kortini ikki við hjartastartara. Persónurin var við vit og samband fekst við viðkomandi, eina løtu áðrenn sjúkrbilur kom á staðið. 

ÍF skal niður í 1. deild - B68 og Skála spæla botnbrak

Úrslitið (1-3) er eftir øllum at døma endaligt, hóast tað er ilt at finna reglugerðina fyri júst hetta. 

Við tí er greitt, at ÍF noðyðist tungu leiðina niður aftur í næstbestu deildina eftir tvey ár í Betrideildini. Liðið hevur bert fingið sjey stig fyrstu 24 umførini.

Ov langt er upp til B68 og Skála. Júst tey bæði spæla á Skála fríggjakvøldið, har úrslitið kann fáa avgerandi týdning fyri, hvat av hesum liðunum við visstu verður verandi í Betrideildini. Nú er B68 komið aftur á sigruskós - hetta var fjórði Betrideildarsigurin hjá liðnum í ár.

Betrideildin 24. umfar
Í dag, leygardagin 28. september 
ÍF - B68 1-3 (1-1)
12' Brian Jakobsen (Sebastian Lau Nielsen) 0-1
21' Jákup Andrias Thomsen (Uros Stojanov) 1-1
49' Jóhan Josephsen (Fríði í Túni Petersen) 1-2
71' Bartal Páll Klein (Jóhan Josephsen) 1-3

17.00: EB/Streymur - NSÍ (0-1)
17.00: B36 - HB (2-1)

Sunnudagin 29. september
15.00: 07 Vestur - KÍ

Mánadagin 30. september
18.30: Skála - Víkingur

Støðan: 
1. Víkingur 63 stig
2. KÍ 57 stig
3. HB 51 stig
4. NSÍ 41 stig
5. B36 36 stig
6. 07 Vestur 27 stig
7. EB/Streymur 19 stig
8. Skála 18 stig
------------------
9. B68 17 stig *
10. ÍF 7 stig **

* Ein dyst fleiri
** Er flutt niður

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder