Hann varð ársins spælari í næstbestu norsku deildini í fjør, men í 2024 hevur Jóannes Bjartalíð ikki fingið spælt nógvar fótbóltsdystir.
Ymiskir skaðar hava hildið 28-ára gamla klaksvíkinginum uttanfyri, og í gjár spældi álopskendi miðvallarin sín fimta kappingardyst í ár og sín fyrsta dyst í nærum sjey vikur.
Hetta var, tá Jóannes kom inn seint í dystinum móti Sarpsborg í gjárkvøldið. Talan er um eina grannauppgerð, so tað hevði eyka týdning hjá Fredrikstad at vinna 1-0. Málið kom tíðliga í 2. hálvleiki.
Útisigurin ger, at Fredrikstad nú er á 5. plássið í Eliteserien. Føroyingafelagið hevur eins nógv stig sum Viking, sum í løtuni er á seinasta evropeiska plássinum - Viking hevur spælt ein dyst færri. Fredrikstad vann júst á Viking síðsta vikuskifti, hevur tríggjar sigrar í seinastu fýra dystunum, og sær út til at hava funnið seg til rættis eftir at Mikkjal Thomassen fór síðst í juli.
Elisabet Vang er framvegis fysiskur venjari í felagnum. Brandur Hendriksson hevur verið skaddur seinastu vikurnar. Harvið er einki sum bendir á, at Brandur verður aftur á A-landsliðnum til dystirnar, sum verða spældir í oktober. Spurningurin er eisini, u, tað er heldur tíðliga hjá Jóannesi Bjartalíð.
Håkan Ericson kunngerð í morgin hópin til lykladystirnar á heimavølli móti Armenia og Lettlandi.
Sí eisini: A-landsliðið hevur nógv at prógva
Fredrikstad spælir fjórðingsfinalu í steypakappingini um eina viku. Seks umfør eru eftir av í landskappingini í Noreg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald