AIK - Hammarby er stóra grannauppgerðin í Stokkhólmi. Tað hevði tí eyka stóran týdning hjá Mikkjali Thomassen og hansara monnum at vinna seinnapartin, tá 25. umfar í bestu svensku deildini var á skránni.
Altjóða viðurkendi dómarin Glenn Nyberg gav Mikkjali gult kort eftir korter. Dysturin á Strawberry Arena steðgaði eina løtu, tí so nógvur roykur var á áskoðaraplássinum vegna fýrverk.
Samanlagt vóru beint yvir 47.000 áskoðarar til grannauppgerðina, sum John Guidetti avgjørdi í yvirtíðini. Royndi áleyparin hevur spælt heilt lítið í ár, men valdi rætta tíðspunktið at skora: Hetta var í 92. minutti.
Føroyski venjarin skifti Guidetti inn miðskeiðis í 2. hálvleiki, og tað endaði 1-0. Mikkjal kann fegnast um triðja sigurin á rað og tann sjeynda seinastu átta dystirnar, har AIK er ósigrað.
Flott gongd og AIK er nú á 3. plássinum, sum heilt víst gevur Conference League. Við sigrinum fór liðið framvið júst Hammarby,
Fimm umfør eru eftir av Allsvenskan. Næsta uppgáva hjá AIK er á heimavølli móti Häcken um eina viku, sunnudagin 6. oktober.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald