Fótbóltur

Árni heldur fram í KÍ

Nú er greitt, at 32-ára gamli vongurin við gylta vinstrabeininum og evropeiska málmetinum heldur fram í kongabláum til og við 2026. Fyrsti nýggi "stóri" sáttmálin hjá KÍ er uppá pláss.

13 mál, fleiri upplegg og nakrar heilt stórar løtur í Evropa seinastu árini - serliga í 2023. Samanlagt hevur Árni Frederiksberg spælt 359 dystir í Betrideildini síðani 2010. Hann og KÍ vilja meira í Betrideildini í 2025 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

13 mál, fleiri upplegg og nakrar heilt stórar løtur í Evropa seinastu árini - serliga í 2023. Samanlagt hevur Árni Frederiksberg spælt 359 dystir í Betrideildini síðani 2010. Hann og KÍ vilja meira í Betrideildini í 2025 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-09-29 20:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nakað av iva hevur alment verður sáddur um tað, men nú er greitt, at KÍ hevur longt samstarvið við sínum 7'ara. Partarnir hava gjørt ein nýggjan tvey-ára sáttmála, skrivar ki.fo í kvøld.

Árni Frederiksberg hevur í skjótt fýra kappingarárum í Klaksvík vunnið trý FM, verið ársins spælari eina ferðir og hevur verið við til at sett met í Føroyum - og í Evropa.

Júst í Evropa hevur Árni Frederiksberg tvey tey seinastu árini verið lykilin í álopskenda spælinum, og hevur 32-ára gamli vongurin úr Saltangará skotið KÍ til nógv við sínum gylta vinstra fóti, spælskili og snildni.

[object Object][object Object]
Frederiksberg-nanvið gjørdist heilt kent í Evropa í 2023, tá KÍ kom í Conference League bólkaspæl. Her sæst Árni Frederiksberg eftir minniliga 2-1 málið móti Molde í Champions League. Árni skoraði bæði málini á Tórsvølli tá (Myndir: Sverri Egholm

Árni Frederiksberg og KÍ hava ikki havt tað besta árið í Betrideildini, men í Klaksvík er ætlanin, at vongurin skal vera ein av grundarsteinunum í at koma upp móti tindinum aftur.

- Vit arbeiða hart við at fáa hópin og alt til 2025 uppá pláss. Tit frætta, tá tað er ymiskt at frætta.

Soleiðis segði Tummas Lervig við Portalin fyrr í dag um støðuna. Nú er ein nýggjur sáttmáli kunngjørdur. Formaðurin hjá KÍ vildi eisini siga um venjarastøðuna - sum skilst er KÍ við at fáa nýggja høvuðsvenjaran uppá pláss.

Sí eisini: KÍ er við at hava nýggja venjaran uppá pláss

KÍ skrivar soleiðis um kvøld um nýggja sáttmálan við Árna, ið er fyrsti heilt kunngjørdi nýggi sáttmálin seinastu tíðina.

Nú kappingarárið 2024 er farið at halla nærkast tíðin til fyrireiking av komandi kappingarári. Tann fyrsti sum Kí er komið á mál við er vinstrabeinti framrættaði málrevurin, Árni Frederiksberg.

Flestu fótbóltsáhugaði kennast við Árna og hansara avrik bæði í føroyskum og í evropiskum dystum. Saman við øðrum lyklaleikarum eigur hann heiðurin av framúr góðu gongdini hjá besta mansliðunum síðstu árini. Trý meistaraheiti á rað og úrslit í UEFA-kappingum, sum eru farin um víða um í evropiska fótbóltsheiminum.

KÍ fegnast um, at Árni heldur fram og vit ynskja honum góða eydnu komandi árini!

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder