Fótbóltur

Seinastu uppgávurnar eru á heimavølli - EB/Streymur flest spælarar við

U21: Áki Johannesen, Áki Samuelsen, Samuel Chukwudi og Poul Kallsberg eru ikki tøkir til dystirnar móti Portugal og Hvítarusslandi.

Eyðun Klakstein og hansara menn skulu royna at enda væl - tað verður á pappírinum ein væl truplari uppgáva móti Portugal (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Eyðun Klakstein og hansara menn skulu royna at enda væl - tað verður á pappírinum ein væl truplari uppgáva móti Portugal (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-09-30 11:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Áðrenn Håkan Ericson kunngjørdi hópin til lykladystirnar hjá føroyska A-landsliðnum móti Armenia (10. oktober) og Lettlandi (13. oktober), fekk Eyðun Klakstein orðið.

Les eisini: Fleiri broytingar í føroyska hópinum til lagnudystir

U21-landsliðið spælir eisini tveir heimadystir í oktober, og eru tað seinastu undankappingardystirnir á hesum sinni.

Føroyar hava ikki fingið stig í ár men liggja á 4. plássi í bólkinum við seks stigum. U21-landsliðið hevur 7 stig fyri átta dystir í EM-undankappingini.

Vónirnar eru góðar at gera nakað móti Hvítarusslandi, sum Føroyar í fjør vunnu á (3-2). Fyrri dysturin móti Portugal verður tó ógvuliga harður: Hetta er eitt tað sterkast U21-liðið í Evropa, staðfesti Eyðun Klakstein.

[object Object]
Emil Weihe Joensen og Bergur Poulsen eru millum teir úttiknu (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hann og Atli Gregersen hava ikki spælarar sum Áka Johannesen, Áka Samuelsn, Poul Kallsberg og Samuel Johansen Chukwudi. Sìðstnevndi er á A-landsliðnum  hinir tríggir eru skaddir.

Tó eru nógvir spennandi spælarar tøkir til dystirnar, sum verða spældir 11. oktober og 15. oktober - í ávikavist Klaksvík og á Tórsvølli. 

U21-hópurin 

Málverjar:
Ári í Haraldstovu Petersen, KÍ
Jóannes Davidsen, EB/Streymur

Verjuspælarar
Gullbrandur Øregaard, Sandnes Ulf (Norra)
Børge Petersen, KÍ
Ási Dam, HB
Elias Rusborg, Hvidovre IF (Danmark)
Martin Agnarsson, Aarhus Fremad (Danmark)
Bergur Poulsen, EB/Streymur
Jákup Vilhelmsen, EB/Streymur

Miðvøllur:
Noah Hans Mneney, HB
Aron Jarnskor Ellingsgaard, Víkingur
Heini Fossdalsá Sørensen, Thisted (Danmark)
Ejvind Restorff Mouritsen, HB
Beinir Nolsøe, NSÍ
Emil Weihe Joensen, EB/Streymur
Jens Erik Bruhn, EB/Streymur

Álop:
Jørgen Nielsen, Víkingur
Olaf Bárðarson, Víkingur
Gutti Dahl-Olsen, B36
Leivur Fossdal Guttesen, HB

Merkisvert er millum annað at flest spælarar (fimm) eru úr EB/Streymi, ið eisini stendur seg væl fyri tíðina. Teir flestu av hesum eru tó uppvaksnir í øðrum føroyskum feløgum

11. oktober
16.00: Føroyar – Portugal (Djúpumýru)

15. oktober
17:00: Føroyar – Hvítarussland  (Tórsvølli)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder