Seinasti dysturin í 24. umfari í Betrideildini hjá monnum verður spældur á Skála í kvøld. Talan er um fjórðseinasta umfar, og úrslitið í kvøld kann hava stóra ávirkan á, hvussu kappingin endar.
KÍ vann í Sarpugerði mikukvøldið og eftir tógvið stríð í Sørvági í gjár. Harvið er eitt sindur meira trýst á Víkingi nú enn fyrr í mánaðinum.
Tað skal framvegis heilt nógv ganga galið hjá víkingunum, um teir ikki skulu vinna FM. Ein snávingarsteinur er á Skála í kvøld, men Víkingur hevur ongantíð tapt fyri Skála og er 45 stig frammanfyri uppflytararnar. KÍ og HB eru einastu føroysku feløgini, sum Víkingur hevur tapt fótbóltsdystir ímóti í ár.
Víkingur vantar vandamkla Poul Kallsberg, sum er uppvaksin í Skála ÍF. Annars hevur Jóhan Petur Poulsen so at siga fulla manning til í kvøld.
Jóhan Petur Poulsen og hansara menn hava framvegis alt í egnum hondum - og fleiri dystarbóltar (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Spurningurin er, um Skála "selur" hendan dystin eitt sindur. Um fýra dagar vitjar B68 til tað, sum helst verður avgerandi dysturin um, hvat lið endar á 9. plássinum. Næstaftasta plássið kann enda við at geva niðurflyting. Tað er meira umráðandi at vera heilt til reiðar til hendan dystin, sum man hevur størri møguleiki at vinna.
Tó fer Skála sjálvandi at royna at gera ein vørr. Um Víkingur vinnur, so kann føroyameistaraheitið verða avgjørt við 100 prosent vissu, ella yvir 99 prosent vissu, fríggjakvøldið. Í løtuni eru trý stig og 25 mál, sum skilja Víking og KÍ, og Víkingur hevur spælt ein dyst færri.
Betrideildin 24. umfar
Mánadagin 30. september
18.30: Skála - Víkingur
Í gjár, sunnudagin 29. september
07 Vestur - KÍ 0-1 (0-1)
66' Páll Andrasson Klettskarð (Jóannes Kalsø Danielsen) 0-1
Reytt kort: Odmar Færø (86')
Sí eisini: KÍ leggur eitt sindur av trýsti á Víking
Leygardagin 28. september
EB/Streymur - NSÍ 4-1 (0-1)
33' Betuel Hansen (Petur Knudsen) 0-1
48' Kristian Svabo Eliasen 1-1
50' Jóhann Hansson Joensen 2-1
73' Filip Djordjevic, br. 3-1
87' Filip Djordjevic 4-1
Reytt kort: Mikkjal Hellisá (88') - seinna gula
Sí eisini: EB/Streymur hevur nærum tryggjað sær plássið í deildini
B36 - HB 2-2 (1-1)
16' Marius Kryger Lindh 1-0
37' Jákup Thomsen 1-1
45 (+1)' Hannes Agnarsson 2-1
54' Ári Mohr Jónsson 2-2
ÍF - B68 1-3 (1-1) **
12' Brian Jakobsen (Sebastian Lau Nielsen) 0-1
21' Jákup Andrias Thomsen (Uros Stojanov) 1-1
49' Jóhan Josephsen (Fríði í Túni Petersen) 1-2
71' Bartal Páll Klein (Jóhan Josephsen) 1-3
Sí eisini: B68 er nú nærri strikuni - dysturin blástur av eftir 88 minuttir
Myndir frá dystinum
Støðan:
1. Víkingur 63 stig (+54) *
2. KÍ 60 stig (+29)
3. HB 52 stig
4. NSÍ 41 stig
------------------
5. B36 37 stig
6. 07 Vestur 27 stig
7. EB/Streymur 22 stig
8. Skála 18 stig *
------------------
9. B68 17 stig **
10. ÍF 7 stig **
* Ein dyst færri
** Sum skilst er úrslitið í Fuglafirði ikki heilt endaligt. Dysturin varð avbrotin vegna serligar umstøður
Les eisini: Ikki allar súður syftar viðvíkjandi dystinum í Fuglafirði
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald