Fótbóltur

Eingin slingur í valsinum á Skála

Sannførandi 3-0 sigur til Víking, sum kann fáa FM í hús fríggjakvøldið.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2024-09-30 20:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað gjørdist ikki nakar snávingarsteinur fyri Víking á Skála, tá seinasti dystur í 24. umfari varð spældur.

KÍ hevur lagt eitt sindur av trýsti á seinastu vikuna, men liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen kom aftur á sigurskós við 3-0 sigri.

Tað var strandingurin Jákup Johansen, sum fekk hol á eftir hálvan tíma. Víkingjr avgjørdi fyrsta korterið eftir steðgin: Fyrst skoraði Sølvi Vatnhamar brotsspark, og síðani gjørdi Skála sáttmál eftir gott innlegg frá Olafi Bárðarson - annars hevði Finnur Justinussen gjørt arbeiði liðugt.

Trý mál og trý stig: Og Víkingur er nú sum so trý stig frá FM. Vinnur Víkingur á ÍF í Sarpugerði fríggjakvøldið, so kann KÍ við yvir 99 prosent vissu ikki fáa Víking aftur. Víkingur er seks stog og 29 mál betri enn trýfaldu føroyameistarunum undan trimum teimum seinastu dystunum.

Betrideildin 24. umfar

Skála - Víkingur 0-3 (0-1)
30' Jákup Johansen 0-1
50' Sølvi Vatnhamar 0-2 (br.)
61' Markus Hellisdal 0-3 (sjálvmál)

07 Vestur - KÍ 0-1 (0-1)
66' Páll Andrasson Klettskarð (Jóannes Kalsø Danielsen) 0-1

Reytt kort: Odmar Færø (86')

Sí eisini: KÍ leggur eitt sindur av trýsti á Víking

Leygardagin 28. september 
EB/Streymur - NSÍ 4-1 (0-1)
33' Betuel Hansen (Petur Knudsen) 0-1
48' Kristian Svabo Eliasen 1-1
50' Jóhann Hansson Joensen 2-1
73' Filip Djordjevic, br. 3-1
87' Filip Djordjevic 4-1

Reytt kort: Mikkjal Hellisá (88') - seinna gula

Sí eisini: EB/Streymur hevur nærum tryggjað sær plássið í deildini

B36 - HB 2-2 (1-1)
16' Marius Kryger Lindh 1-0
37' Jákup Thomsen 1-1
45 (+1)' Hannes Agnarsson 2-1
54' Ári Mohr Jónsson 2-2

Sí meira um dystin her

ÍF - B68 1-3 (1-1)*
12' Brian Jakobsen (Sebastian Lau Nielsen) 0-1
21' Jákup Andrias Thomsen (Uros Stojanov) 1-1
49' Jóhan Josephsen (Fríði í Túni Petersen) 1-2
71' Bartal Páll Klein (Jóhan Josephsen) 1-3

*Skulu spæla seinastu minuttirnar í Fuglafirði í morgin

Støðan: 
1. Víkingur 66 stig (+57)
2. KÍ 60 stig (+29)
3. HB 52 stig
4. NSÍ 41 stig
------------------
5. B36 37 stig
6. 07 Vestur 27 stig 
7. EB/Streymur 22 stig
8. Skála 18 stig
------------------
9. B68 17 stig*
10. ÍF 7 stig*

*Seinastu minuttirnir í dystinum leygardagin skulu spælast umaftur


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder