Fótbóltur

Video: Adrian við sínum áttanda landskappingarmáli

Føroyski vongurin er næstbesti málskjútti í NordicBet-deildini og tykist vera væl fyri til landsdystirnar í 10. oktober og 13. oktober. Adrian Justinussen tryggjaði Hillerød eitt stig í Esbjerg, har Daniel Johansen eisini byrjaði inni.

Adrian Justinussen í dystinum í Lettlandi, har hann skapti ein stóran málmøguleika. Vongurin við viðgongd í Danmark kann fáa størri leiklut á landsliðnum framyvir (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Adrian Justinussen í dystinum í Lettlandi, har hann skapti ein stóran málmøguleika. Vongurin við viðgongd í Danmark kann fáa størri leiklut á landsliðnum framyvir (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-10-01 10:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hillerød Fodbold fekk eitt stig í Esbjerg sunnudagin, og var tað Adrian Rúnason Justinussen, sum skoraði málið hjá útiliðnum.

Esbjerg legði seg á odda í 10. minutti við heldur tilvildarligum mál, men miðskeiðis í 1. hálvleiki spældi Hillerød væl, og Adrian rann rætt.

26-ára gamli føroyingurin var púra fríur inni í brotsteignum,  hann setti høgra fótin á, og so var 1-1.

Málið hjá Adriani sæst á TV2 Sport - HER

Hetta gjørdist eisini endaliga úrslitið, og eitt "gott" stig hjá Hillerød at fáa við. Daniel Johansen og Adrian Justinussen byrjaðu báðir - síðstnevndi var púra kaldur, tá hann fekk møguleikan frammanfyri málinum hjá Esbjerg.

Adrian sær út til at vera væl fyri til landsdystirnar móti Armenia (10. oktober) og Lettland (13. oktober) á heimavølli. Talan er um dystir, har Føroyar veruliga tørva mál og stig - so er spurningurin, hvønn leiklut Adrian Justinussen fær.

Sí eisini: (Video): Eg má bara gera mítt besta hvørja ferð (Samrøða við Adrian í Riga)

Hillerød liggur nummar níggju av teimum tólv liðunum í næstbestu donsku deildini. 11 umfør eru spæld, og Adrian Justinussen hevur skotið átta mál. Tað er næstflest í NordicBet deildini.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder