Fótbóltur

Váttað: Magnus Powell settur sum KÍ-venjari

Sum Portalurin skrivaði fyrr í dag, so verður tað 49-ára gamli sviin, við fortíð í 07 Vestur, sum tekur við róðrinum í Klaksvík. - Eg trívist væl millum føroyingar og gleði meg at koma til Klaksvíkar sum skjótast, sigur Powell.

Magnus Powell og KÍ hava gjørt tvey-ára sáttmála, og kemur nýggi venjarin eftir ætlan ein túr til Klaksvíkar í vikuni (Mynd: ki.fo)

Magnus Powell og KÍ hava gjørt tvey-ára sáttmála, og kemur nýggi venjarin eftir ætlan ein túr til Klaksvíkar í vikuni (Mynd: ki.fo)

2024-10-01 12:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eftir tað var okkum greitt at Espen Haug endar sítt starv nú í heyst, hava vit leita eftir avloysa. Valið er fallið á Magnus, sum vit halda hevur royndir og førleikar til at vera høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum og vera við í menningini í tí fótbóltsfakliga arbeiðnum í felagnum.

Soleiðis sigur formaðurin hjá KÍ, Tummas Lervig, við heimasíðu felagsins í sambani við venjarasetanina.

Kunngerðin kom umleið ein tíma eftir, at Portalurin kundi fortelja, at Magnus Powell mest sannlíkt og eftir øllum at døma fór at taka við í Klaksvík.

Sí eisini: Magnus Powell mest sannlíkt nýggjur KÍ-venjari

49-ára gamli sviin hevur seinastu 16 árini verið venjari í serliga næstbestu deildunum í Svøríki og Noreg.

Á sumri 2021 tók hann við hjá 07 Vestur, og leiddi liðið til trygt sæti í Betrideildini sum uppflytari, umframt at sviin flutti liðið nógv.

Sìðani keypti Östersunds Magnus Powell leysan úr 07 Vestur. Har hevur hann verið venjari frá januar 2022 fram til 12. sepmteber í ár, tá venjarin sjálvur segði seg úr starvi - møguliga fyri at taka starvið í Klaksvík heldur. Sum okkara keldur vístu á, hava partarnir tosa saman í eina tíð.

- Hetta er ein avbjóðing, sum eg við eldhuga og eyðmýkt fari í holt við. Eg vil takka felagnum fyri góðar samrøður í hesi tilgongdini. Eg trívist væl millum føroyingar og gleði meg at koma til Klaksvíkar sum skjótast at fylgja dysti, hitta leikarar, leiðslutoymi og starvsfólk í felagnum. KÍ er eitt toppfelag, sum eg veit setir høg krøv, bæði í mun til úrslit og góðskuna  á vøllinum. So tíðin fram til januar verður týdningarmikil fyri okkum at fáa í lag eitt sterkt toymi av leikarum og hjálparfólki so vit kunnu halda fram við menningini, felagið higartil hevur havt. Fyri meg persónliga gleði eg meg at fáa eitt innlit í, hvussu felagið verður rikið, málsetingarnar hjá felagnum og virðisgrundarlagið. Og at enda gleði eg meg til at hitta øll í og ​​rundan um felagið.

Soleiðis sigur Magnus Powell sjálvur við ki.fo Hann kemur tó eftir ætlan til Klaksvíkar í vikuni og byrjar formliga í starvinum eftir ársskiftið, men sum hann nevnir: Arbeitt verður eisini í tíðini fram til ársskiftið.

Talan er um ein tvey-ára sáttmála, skrivar ki.fo. Hann er galdandi í 2025 og 2026. Powell avloysir Espen Haug, sum byrjaði sum hjálparvenjari í Klaksvík, síðani var norðmaðurin fyribils venjari, áðrenn hann í summar formliga gjørdist høvuðsvenjari. Sáttmáli var millum partarnar fyri 2025 eisini, men í gjár varð endaliga kunngjørt, at Espen Haug ikki heldur fram í KÍ. Sum vit skrivaðu sunnukvøldið, so var ein nýggj loysn við at vera uppá pláss.

Sí eisini: Haug fer heim

Eftir øllum at døma endar KÍ á 2. plássi í Betrideildini í ár. Harvið skulu Magnus Powell og hansara menn, millum annað Árni Frederiksberg og Páll Andrasson Klettskarð, helst byrja í Conference League næsta summar.

Dagført: 12.17

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder