
Vit vóru við til teir seks minuttirnar, sum vórðu leiktir í Fuglafirði klokkan umleið 17:30 til klokkan umleið 17:36.
Eingi mál komu og harvið er greitt, at dysturin endaði 3-1 til B68.
Les eisini: Tí varð dysturin í Fuglafirði tikin upp aftur
Les eisini: 1-3 staðfest eftir seks margháttligar minuttir
Sí myndarøð:
-
Liðini hita upp - her 20 minuttir undan dystarbyrjan sum er sett at vera 17:30
-
Hesir bóltdreingirnir eru spentir, hóast tað bara eru nakrir minuttir, tað snýr seg um
-
-
Øll trý stigini eru umráðandi fyri Jákup á Borg og B68
-
Tíð bleiv eisini til at skriva autograf áðrenn dystarbyrjan
-
- Vit byrja um tíggju minuttir, sigur Bjarki Danielsen við Ólav Larsen, venjara hjá ÍF
-
Bjarki Danielsen er eins og í dystinum leygardagin, dómari hendan dystin
-
Leikarar og dómarar koma á vøllin klokkan 17:27
-
Nakrir áskoðarar til hendan stutta dystin í góðveðrinum í Fuglafirði
-
ÍF ger eina útskifting áðrenn dysturin byrjar. Kenni Jensen kemur inn fyri Tóra Traðará í málinum. Tóri er eftir dystin leygardagin farin til Danmarkar aftur, har hann býr
-
-
Klárt at seta í gongd
-
Klokkan umleið 17:30:30 fór í gongd
-
-
-
-
ÍF royndi at trýsta fyrstu løtuna
-
-
Øll triks vera brúkt
-
Klokkan á myndatólinum sigur 17:36:42 og dysturin er liðugur. Tað komu eingi mál og tískil stendur 3-1 til B68 við
-
Tórður Thomsen, sum hevði ein lættan dag á kontórinum, fegnast um tey trý stigini
-
Liðið hjá Ólavi Larsen er við tapinum flutt niður. Jákup á Borg og hansara menn á Toftum hava framvegis møguleikan at yvirliva í bestu deildini
-
Hvem var det der vandt i dag, det var dem fra Toftir af... ljóðar rómurin frá toftamonnum
-

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald