Fótbóltur

Hanus Sørensen skiftir til slovenskan fótbólt

Sambært okkara keldum skal landsliðsmiðvallarin til NK Celje, sum er meistari og i í Conference League-deildarspælinum. Hanus spælir sum skilst ikki fleiri dystir í barndómsfelagnum á hesum sinni - heldur ikki steypafinaluna.

Hanus Sørensen hevur lagt upp til næstflest mál í Betrideildini í ár. Hann og HB enda samstarvið nú, meðan ein nýggj byrjan verður í Slovenia hjá 23-ára gamla hoyvíkinginum (Mynd: Sverri Egholm)

Hanus Sørensen hevur lagt upp til næstflest mál í Betrideildini í ár. Hann og HB enda samstarvið nú, meðan ein nýggj byrjan verður í Slovenia hjá 23-ára gamla hoyvíkinginum (Mynd: Sverri Egholm)

2024-10-02 11:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann hevur havt eitt ógvuliga gott kappingarár við HB og er eisini byrjaður inni - og hevur gjørt tað væl - á A-landsliðnum seinastu dystirnar.

Hanus Sørensen hevði bert sáttmála við barndómsfelagið til 31. oktober, og tað hevur ligið í kortunum, at hann fór útum landoddarnar aftur at spæla. 23-ára gamli hoyvíkingurin var í nøkur ár á ungdómsliðum hjá FC Midtjylland og síðani í Middelfart, áðrenn hann endaliga kom heim í 2022.

Sum FM1 skrivaði fyrrapartin, so hevur Hanus Sørensen nú gjørt sáttmála við útlendskt felag, og spælir hann ikki í steypafinaluni 2. november.

Hetta kemst av tí, at sáttmálin sum nevnt gongur út við mánaðarskifti, og at Hanus nú hevur skrivað undir sáttmála við nýtt felag.

Sum avleiðing av hesum, spælir Hanus Sørensen helst ikki nakran dyst afturat frá HB á hesum sinni. Hann er á veg at skifta felag, kann ikki spæla steypafinaluna og er harvið ikki í ætlanunum hjá Adolfo Sormani og felagnum, sum helst kenna seg heldur svikin. Tað er ikki endað heilt gott millum partarnar. Hetta hevur Portalurin fingið upplýst frá fleiri keldum: HB hevur tríggjar landskappingardystir hendan mánaðin.

[object Object]
Stóran týdning fyri HB í ár men spælarin vildi ikki leingja sáttmálan og heldur royna nakað nýtt. Hanus verður sum skilst ikki partur av HB-hópinum seinasta mánaðinum í ár, hóast hetta upprunaliga var ætlanin (Mynd: Sverri Egholm)

Til Slovenia

Hanus Sørensen verður eftir øllum at døma fyrsti føroyski spælarin, sum fer at royna seg í slovenskum fótbólti.

Sambært fleiri góðum keldum hjá Portalinum flytir tekniskt sterki og kviki miðvallarin, sum eisini kann røkja bakkplássi væl, til Slovenia skjótt.

Nýggja felagið verður sum skilst NK Celje. Eftir tíggju umfør er liðið á 6. plássi í fremstu røð.

Celje vann slovenska meistaraheiti síðsta kappingarár og er í løtuni í Conference League-deildarspælinum. Liðið spælir dyst har í kvøld móti Guimaraes.

Tað er ikki endaliga váttað, at hetta verður nýggja felagið hjá Hanusi, men nógv bendir á tað. 

[object Object]
Hanus Sørensen tók ábyrgd við bóltinum í 2. hálvleiki í Lettlandi. Skjótt skulu hann og landsliðsliðfelagarnir spæla týðandi dyst móti júst Lettand á Tórsvølli - Hanus hevur seinasta stóra árið bitið seg meira fastan á A-landsliðið, har hann hevur samanlagt 11 dystir (Mynd: Sverri Egholm)

Í fjør spældi KÍ í Conference League bólkaspælinum móti táverandi slovensku meistarunum, Olimpia Ljubljana. Liðini vunnu hvør sín dyst. Slovenska deildin er styrkismett nummar 30 í Evropa í løtuni. 

Harvið er talan um eitt spenanndi skifti fyri Hanus Sørensen, ið helst skal spæla fyri landsliðið á Tòrsvølli 10. oktober og 13. oktober.

Rættað og dagført: 11.32

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder