Fótbóltur

Heim aftur við 3-0 tapi

Tað eydnaðist ikki ungu HB'arunum at venda uppgerðini móti FC Progrés Niederkorn í Luksemborg. HB er harvið úti av Youth League.

(Mynd: HB / RS Media)

(Mynd: HB / RS Media)

2024-10-02 22:11 Author image
Sverri Egholm
placeholder

HB er úti av UEFA Youth League á hesum sinni.

Tað er greitt eftir 3-0 tap í seinna dystinum móti FC Progrés Niederkorn í Luksembrog.

Fyri tveimum vikum síðani taptu HB dreingirnir 2-1, og vónirnar vóru til staðar til at fáa eitt gott úrslit.

Luksemborgska FC Progrés legði seg á odda longu eftir seks minuttir og økti um leiðsluna við brotssparki tá góður hálvur tími var leiktur.

Í tíðini, sum dómarin legði afturat avgjørdi heimaliðið til 3-0 sum gjørdist úrslitið.

Hetta er fyrstu ferð, at føroyskt ungdómslið roynir seg í hesari kappingini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder