Hondbóltur

VÍF setti H71 uppá pláss í fyrstu hálvfinaluni

Hoyvíkingar hava vunnið fýra dystir á VÍF í kappingarárinum, valdi sær liðið í hálvfinaluni, men taptu við ellivu málum í Vestmanna í kvøld. Team Klaksvík vann sín fyrsta dyst í eitt hálvt ár.

Vestmenningar vóru rætt og slætt omaná í hálvfinaluni í kvøld(Mynd: Sverri Egholm/ Savnsmynd)

Vestmenningar vóru rætt og slætt omaná í hálvfinaluni í kvøld(Mynd: Sverri Egholm/ Savnsmynd)

2019-03-20 22:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vestmenningar vóru sera væl upplagdir, tá H71 var á vitjan í fyrstu hálvfinaluni í kvøld. Útiliðið byrjaði tó betri og kom á odda 7-3. VÍF kom tó uppá javnt skjótt, og seinastu tíggju minuttirnar av hálvleikinum koyrdi álopsspælið frálíka væl. Málini raplaðu inn, og í hálvleikinum var 19-15.

Hoyvíkingar høvdu ymiskar trupulleikar, og tað hekk millum annað saman við at Peter Krogh og Hilmar Leon Jakobsen spældu bert í løtum orsakað av skaðatrupulleikum. H71 fekk tó fylgt við fyrstu løtuna av 2. hálvleiki, men so steðgaði fullkoiliga upp. Liðið hjá Sonna Larsen skoraði ikki í eitt korter, og VÍF trekti frá. 

Til endans var sigurin tryggur, og við sera góðum spæli i álopi og verju domineraði VÍF. Heimaliðið vísti sína styrki, og at H71 kanska valdi skeivt. Julian Olsen er av álvara við aftur hja VÍF, og hann vísti sera gott spæl í kvøld. Tað gjørdi toppskjúttin Filip Jojic eisini, og Mladen í málinum helt saman við verjuni H71 niðri í 2. hálvleiki. H71 skal nú taka sær um reiggj til sunnudagin, men hevur fyrimunin við heimavøllinum og at ein møguliga triðja hálvfinala eisini skal spælast í Hoyvík. 

Í kvøld var eisini fyrsti dystur í endaspælinum hjá liðunum, ið endaði á niðastu trimum plássinum. Har vann Team Klaksvík óvæntaðan tveymáls sigur í Kollafirði. KÍF var uttan málverjan Joachim Jurs og Rúna Joensen, og hóast Hans Eli Sigurbjørnsson skoraði 14 ferðir, so var útiliðið á odda so at siga allan dystin og vann fyri fyrstu ferð síðani á StÍF seinast í september. Tað var einasti sigurin hjá klaksvíkíngum í grundspælinum.  

Fyrra hálvfinalan
VÍF - H71 33-22 (19-15)
Toppskjúttar: Filip Jojic 9 mál, Vilhelm Poulsen 6 mál

Í morgin kl.20.00: Kyndil - Neistin

Endaspæl: 
KÍF - Team Klaksvík 24-27 (12-16)
Toppskjúttar: Christoffer Madsen 7, Hans Eli Sigurbjørnsson 14


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder