Fótbóltur

Gunnar og teir taptu greitt í fyrstu royndini

Søguligi dysturin hjá Vìkingi Reykjavík í Conference League-deildarspælinum endaði ikki væl. Tað var 0-0 í steðginum á Kýpros, men tað endaði 4-0 - tað gekk galið seinastu løtuna.

Gunnar Vatnhamar spældi fullan dyst á Kýpros. Tað gekst fínt hjá honum og liðfeløgunum fyrstu 50 minuttirnar. Dysturin varð endaliga avgjørdu seinastu løtuna (Mynd: Sverri Egholm)

Gunnar Vatnhamar spældi fullan dyst á Kýpros. Tað gekst fínt hjá honum og liðfeløgunum fyrstu 50 minuttirnar. Dysturin varð endaliga avgjørdu seinastu løtuna (Mynd: Sverri Egholm)

2024-10-03 23:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Víkingur Reykjavík er á fyrsta sinni í einum evripsikum bólkaspæli - nú deildarspæli. 

Fyrsta uppgávan í Conference League-deildarspælinum var á Kýpros í kvøldið. Gunnar Vatnhamar og Víkingur Reykjavík hildu málið reint til tíðliga í seinna hálvleiki. Tá løgdu favorittarnir seg á odda, men spenningur var í dystinum í 80 minuttir.

Seinastu løtuna skoraði heimaliðið tó tríggjar ferðir. Tað skrædnaði hjá Víkingi, ið tapti 4-0.

Gunnar Vatnhamar spældi allar 90 minuttirnar í miðverjuni. Føroyski landsliðsspælarin hevur uppgávu móti Stjarnuni sunnudagin, áðrenn leiðin gongur til Føroyar við landsliðnum.

Næsta uppgávan hjá Vìkingi Reykjavík í deildarspælinum er belgiska Cercle Brügge á heimavølli - í Kópavági.

Sí eisini: Gunnar og teir koma kortini ikki til Føroya at spæla

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder