Fótbóltur

Tættari uppá leikstaðin og leikdagin

Malta (Portalurin) - Veðurforsagnirnar fyri dagin á Malta eru avgjørt ikki tær bestu, men spenningurin økist, og talið av føroyingum í landinum økist eisini.

Leikararnir tykast at vera væl fyri til spennnandi uppgávuna fyri framman(Mynd: Sverri Egholm)

Leikararnir tykast at vera væl fyri til spennnandi uppgávuna fyri framman(Mynd: Sverri Egholm)

2019-03-21 07:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Triðja dagin á rað venur føroyska A-landsliðið á Malta fram ímóti dystinum leygarkvøldið. Aftur byrjar venjingin klokkan 10.30; hesaferð venur hópurinm við Lars Olsen og Jóannes Jakobsen á odda beint við tjóðarleikvøllin í Ta' Qali. 

Annan dagin á rað boðar veðurforsøgnin frá verri veðri á degnum. Rímiliga nógvur vindur, nakað av regni og góður møguleiki fyri torusláttri. Tað er eisini grátt og vindhart her í morgun, men vónandi ávirkar hetta ikki venjingina nakað nevnivert. 

Nú tað nærkast til sjálva uppgerðin móti Malta verður, koma helst greiðari ábeningar um, hvussu føroyska liðið fer at síggja út og spæla. Allir leikararnir í hópinum vandu fulla venjing í gjár og síggja út til at vera væl fyri

Sí eisini: - Hetta er nakað stórt

Í dag koma fleiri føroyskir fjepparar til Malta. Nakað yvir 50 fólk koma úr Føroyum at stuðla liðnum í fyrstu uppgávuni í EM-undandkappingini, og teir fara helst at seta sín dám á áðrenn og undan dystinum, sum verður leygardagin klokkan 17.00.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder