- Tað hevur nógv at siga fyri okkum, at vit eru komnar í steypafinaluna. Hetta er fyrstu ferð í søgu felagsins, at kvinnurnar hava megnað tað, so tað er stórt fyri okkum. Tað vísur, at menningararbeiðið seinastu árini hjá kvinnufótbóltinum í Víkingi hevur givið úrslit.
Tað er týðiligt, at finaluluttøkan hjá Víkingi merkir nógv, tá Portalurin tosar við Jensu Kannuberg Tórolvsdóttir. Spenningur er eisini í Eysturkommunu; bussferð verður til dystin, og upphting verður á Tórsvølli.
Sí eisini: Brandur Jacobsen: - Trupult at seta orð á hvussu glaður og stoltur eg eri
Tekniskt dugnaligi landslisspælarin úr Gøtu er toppskjútti hjá Víkingi í bæði steypakapping og landskapping. Jensa hevur gjørt stóran mun, síðan hon kom aftur til barndómsfelagið eftir tíðina í Thy-Thisted í Danmark. Nú hevur hon verið við at fáa Víking at kappast í oddinum í Betrideildini og í steypafinaluna.
Jensa Tórolvsdóttir saman við formanni felagsins Brandi Jacobsen, eftir ein heiður sum mánaðinar spælari (Mynd: FSF)
Jensa skoraði í báðum landsdystunum í juni - Føroyar vunnu á bæði Norðurmakedónia og Andorra (Mynd: Sverri Egholm)
Men hvussu ber tað til, at Víkingur hevur kappast heilt frammi í ár í báðum kappingum, spyrja vit Jensu:
- Tað hevur gingið væl hjá okkum í ár, í mun til undanfarin ár. Vit hava vant meira enn vit hava gjørt áður, og so hava vit eisini fingið góða tilgongd av leikarum, sum veruliga hava gjørt mun. Tær ungu hava eisini ment seg og tikið ábyrgd í ár.
Víkingur hevur spælt tveir javnleikir móti NSÍ, og NSÍ vann greitt, tá liðini hittust í august. Í løtuni skilja trý stig liðini í landskappingini. Steypavinnararnur eru á FM-kós og standa sum favorittar. Jensa Tórolvsdóttir sigur við Portalin, at tað at tora at spæla sítt spæla móti sterka NSÍ-liðnum verður ein lykil í annaðkvøld.
- Vit vænta ein spennandi dyst, har tað fer at bylgja nógv aftur og fram. NSÍ hava fleiri tekniskt dugnaligar leikarar, ið ikki skulu fáa ov nógv pláss, og so hava tær eisini eina sterka verju, sum er torfør at bróta niður. Tað er umráðandi, at vit arbeiða hart gjøgnum allan dystin og tora at spæla okkara spæl, sum hevur riggað væl í ár.
Portalurin verður til staðar til steypafinaluna í annaðkvøld, har vit hava ymiskt tilfar.
Steypafinalan hjá kvinnum 2024
Í morgin, leygardagin 5. oktober
18.30: Víkingur – NSÍ
Dómari: Andras Frederiksberg
Sí eisini: NSÍ kann vinna fyri triðju ferð uppá fýra ár
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald