Fótbóltur

KÍ útsetti tí heilt stóru FM-veitsluna eitt sindur

Sigur nummar ellivu á rað í landskappingini hjá trýfaldu føroyameistarunum - annað tapið á rað hjá NSÍ, sum er við at seta 4. plássið uppá spæl.

Savnsmynd: Sverri Egholm

Savnsmynd: Sverri Egholm

2024-10-04 21:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

NSÍ javnaði til 1-1 fimm fyri steðgin í Klaksvík og hevði gyltan møguleika at leggja seg á odda beint fyri steðgin, tá brotsspark varð dømt. Mark F. Jensen bjargaði tó royndini frá Peturi Knudsen, og í 2 hálvleiki avgjørdi KÍ dystin.

Tað vóru "sjálvandi" Árni Frederiksberg og Páll Andrasson Klettskarð, sum stóðu fyri málunum - Árni legði upp til máli hjá Pálli við góðum frísparksinnleggi. Hetta eru teir báðir stóru álopskendi profilarnir, ið hava longt sáttmálar sínar seinastu vikuna, so at tað er vist, at teir framhaldandi spæla fyri KÍ.

Teir tryggjaðu, at KÍ vann 11. sigurin á rað í Betrideildini. Ein góð røð og hon heldur Víkingi frá at endaliga verða meistari. Tað er tó greitt eftir í kvøld, at Víkingur verður meistari: Tveir dystir eftir, seks stig á muni og 31 mál á muni. 

Hjá NSÍ var talan um annað tapið á rað. Um B36 vinnur í Streymnesi í morgin, so er bert eitt stig á muni í topp-fýra stríðnum undan tveimum teimum seinastu umførunum - tað verða spæld eftir landsliðssteðgin.

25. umfar í Betrideildini 
Í dag, fríggjadagin 03.10

KÍ - NSÍ 3-1 (1-1)
24' Sjálvmál 1-0
41' Steffan Løkin (Petur Knudsen) 1-1
60' Árni Frederiksberg (Claes Kronberg) 2-1
68' Páll Andrasson Klettskarð (Árni Frederiksberg) 3-1 

Sí meira um dystin her

Víkingur - ÍF 5-0 (1-0)
7' Jákup Johansen (Sølvi Vatnhamar) 1-0
63' Jákup Johansen 2-0
71' Jørgen Nielsen (Jákup Johansen) 3-0
82' Aron Jarnskor Ellingsgaard (Olaf Bárðarson) 4-0
85' Finnur Justinussen (Ari Olsen) 5-0

Reytt kort: 36' Ruben Møller Nielsen (ÍF) - beinleiðis reytt kort

Sí eisini:
Víkingur skúgvaði allan iva til viks
Myndir: Frøast um at FM nærkast

B68 - Skála 1-1 (1-1)
40' Nicolai Møller Dohn (Maxwell Effiom) 0-1
45 (+2)' Jóhan Josephsen (Ragnar Samuelsen) 1-1

Sí meira um dystin her

Í morgin, leygardagin 04.10

16.00: HB - 07 Vestur

17.00: EB/Streymur - B36 

Støðan undan triðseinasta umfari
Støðan: 
1. Víkingur 69 stig (+62) 
2. KÍ 63 stig (+31)
3. HB 52 stig *
4. NSÍ 41 stig
------------------
5. B36 37 stig *
6. 07 Vestur 27 stig *
7. EB/Streymur 22 stig *
8. Skála 19 stig
------------------
9. B68 18 stig
10. ÍF 7 stig 

*Ein dyst færri


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder