Fótbóltur

Video: - Arbeiðshátturin ger hetta uppaftur stuttligari

38-ára gamli leirvíkingurin ásannar, at man noyddist at renna skjótari fyri at fanga KÍ. Sølvi Vatnhamar var ein errin maður í Sarpugerði - Eru ógvuliga fegnir í kvøld, men feira ikki heilt enn.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-10-04 22:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann kundi skift felag fyri nøkrum árum síðani, tá Víkingur ikki megnaði at kappast um FM, men landsliðsspælarin valdi barndómsfelagið og staðið, har familjan er.

Hetta er Sølvi Vatnhamar sjálvandi glaður fyri, nú hann stendur sum “nærum FM-vinnari” aftur við Víkingi - sjey ár eftir seinasta føroymeistaraheitið.

- Tað hevur verið tungt at kappast við KÍ, sum hevur so verið sterkt seinastu árini, men onkursvegna hevur tað kroyst okkum at runnið skjótari. Jóan Petur kom inn við greiðari og góðari ætlan, sum hevur riggað (…) tað gav eisini uppaftur størri trúgv uppá tað at vinna steypakappingina í 2022.

Sí eisini: Myndir: Frøast um at FM nærkast

Sí eisini: Víkingur skúgvaði allan iva til viks - bíða nú eftir steypinum

Sí eisini: Jákup Johansen: - Hetta er tí man spælir fótbólt

25. umfar í Betrideildini 
Í dag, fríggjadagin 03.10

Víkingur - ÍF 5-0 (1-0)
7' Jákup Johansen (Sølvi Vatnhamar) 1-0
63' Jákup Johansen 2-0
71' Jørgen Nielsen (Jákup Johansen) 3-0
82' Aron Jarnskor Ellingsgaard (Olaf Bárðarson) 4-0
85' Finnur Justinussen (Ari Olsen) 5-0

Reytt kort: 36' Ruben Møller Nielsen (ÍF) - beinleiðis reytt kort

KÍ - NSÍ 3-1 (1-1)
24' Sjálvmál 1-0
41' Steffan Løkin (Petur Knudsen) 1-1
60' Árni Frederiksberg (Claes Kronberg) 2-1
68' Páll Andrasson Klettskarð (Árni Frederiksberg) 3-1 

Sí eisini: KÍ útsetti tí heilt stóru FM-veitsluna

Støðan í oddinum: 
1. Víkingur 69 stig (+62) 
2. KÍ 63 stig (+31)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder