Fótbóltur

Víkingur ger nógv burtur úr stóra steypafinaludegnum

Upphiting til kvinnufinaluna byrjar klokkan 17, men longu frá middegi bjóðar Víkingur eitt heitt høli og ymiskt til matna og at drekka í miðhæddini hjá FSF. Felagið hevur lið í øllum fýra finalunum.

Atli Gregersen og

Atli Gregersen og "ungir víkiningar" fegnast eftir sigurin á ÍF í gjár. Hann gjørdi, at besta mansliðið sum so endaliga tryggjaði sær FM-heitið. Í dag eru fleiri steyp uppá spæl hjá víkingum (Mynd: Sverri Egholm)

2024-10-05 11:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í løtuni spæla U13 dreingirnir hjá B36 og Vìkingi á Tórsvølli. Tríggjar finalur eru seinni í dag - eisini í teimum er Víkingur umboðað.

Tað gongur heilt væl hjá felagnum í Eysturkommunu - hetta kundi formaðurin, Brandur Jacobsen, sanna í samrøðu við Portalin í gjár: 

Tað er trupult hjá mær at finna røttu orðini fyri hvussu glaður og stoltur eg eri av góðu gongdini í okkara felag. So sera glaður fyri at tað megnar arbeiði, sum so nógv fólk í okkara felag leggja fyri dagin, sæst aftur í góðum úrslitum á vøllinum.

Í gjárkvøldið so gott sum tryggjaði besta mansliðið sær fyrsta FM-heitið síðani 2017, og næstbesta mansliðið liggur eisini til at vinna gull.

Sí eisini: 
Víkingur skúgvaði allan iva til viks
Myndir: Frøast um at FM nærkast

Samrøður:
Jákup Johansen: - Hetta er tí at man spælir fótbólt
Sølvi Vatnhamar: - Arbeiðshátturin ger hetta uppaftur stuttligari

Fýra finalur og hiti á Tórsvølli

Í dag eru fýra steypafinalur á Tórsvølli: Allar dreingjafinalurnar undir U21 umframt kvinnufinaluna, sum byrjar klokkan 18.30. Sermerkt er at Víkingur er við í øllum hesum steypafinalunum.

Í dag, leygardagin 5. oktober
U13 dreingir: B36 – Víkingur (kl. 10:30)

U15 dreingir: Víkingur – B36 (kl. 12:30)

U17 dreingir: KÍ – Víkingur (kl. 15:15)

Kvinnur: Víkingur – NSÍ (kl. 18:30)

Sí eisini: NSÍ kann vinna fyri triðju ferð uppá fýra ár

Felagið skipar fyri bussferð úr Eysturkommunu og upphiting á Tórsvølli, í sambandi við kvinnufinaluna.

- Upphiting til kvinnufinaluna verður á Tórsvølli frá kl. 17-18. Vit halda til í hølum hjá FSF aftanfyri málið, á mittastu hædd. Inngongd við síðuna av No12 og so eina hædd upp.

Hetta høli hevur Víkingur tó heilt frá middegi, so áskoðarir, ið eru komnir suður at stuðla, kunnu hava eitt stað at vera. Hesum boðar felagið frá á heimasíðu sínari.

-Víkingur bjóðar eisini køkur og kaffi, og eitt heitt høli, frá kl. 12-17 í sama stað. Hetta so at áskoðarar kunnu koma inn ímillum ungdómsfinalurnar. 

[object Object]Mynd: Vìkingur

Sí eisini: Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir: Finaluplássið vísir stóra menningararbeiði í felagnum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder