Fótbóltur

Danskur hondbóltsmiðil setur Óla Mittún í samband við GOG

Sambært Handballstransfer ætlar danska stórfelagið at gera fýra-ára sáttmála við føroyska stórtalentið. Samráðingar eru, og sambært teirra keldum skiftir úr Sävehof næsta summar.

Óli Mittún skal møguliga halda fram í Skandinavia - og í gulum

Óli Mittún skal møguliga halda fram í Skandinavia - og í gulum

2024-10-05 13:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasta árið hava nógvar gitingar verið frammi um framtíðina hjár Óla Mittún, sum er stórur profilur í svenskum hondbólti.

19-ára gamli føroyingurin hevur dygdir til meira. Fyrr í ár staðfesti hoyvíkingurin fyri Portalinum og øðrum miðlum, at hann møguliga skiftir áðrenn sáttmálin við IK Sävehof gongur út í 2026. 

Eftir SM-gullið í fjør, har føroyski bakspælarin var lyklaspælarin í álopinum, vórðu Týsklandi og Danmark ítøkiliga nevnd sum lond, har áhugi var frá. Óli hugsavnaði seg tó ikki nakað serligt um tað.

[object Object]
Óli Mittún er profilur á føroyska manslandsliðnum og í IK Sävehof - nú tykist tað sum um, at tað nærkast, til framtíð hansara kemur uppá pláss (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Í seinastuni hava altjóða hondbóltsíður sett Óla Mittún í samband við SC Magdeburg, ið er týskur meistari.

Í dag ljóðar tó í Danmark, at nógv bendir á, at framtíðin hjá føroyinginum liggur har - og á Fjóni.

Handballtransfer skrivar, at GOG ætlar at fáa Óla Mittún til Suðurfjón næsta summar. Samráðingar skulu vera í gongd, Óli skal fáa ein fýra-ára sáttmála og verða profilur.

Talan er um óváttað tíðindi - talan er eisini um eina síðu, sum oftast hevur grein í sínum máli. Sambært fleir keldum hjá Portalinum bendir tað í øllum førum á, at Óli Mittún helst ikki spælir meira enn hetta kappingarárið afturat í Svøríki.

GOG er stórfelag á lítlum staði í Danmark, har fleiri av stóru donsku hondbóltsspælarunum sum Niklas Landin, Mikkel Hansen, Mathias Gidsel og Simon Pytlick hava spælt í ungdómsárunum.

GOG spælir seinnapartin stórdyst móti Aalborg.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder