Fótbóltur

Nú skulu eysturoyarfeløgini stríðast um steypið

NSÍ og Víkingur bresta saman á Tórsvølli klokkan 18.30. NSÍ, ið vann steypakappingina í fjør og er oddalið í Betrideildini, stendur sum lítil favorittur.

2024-10-05 14:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sum oftast í hesari øldini hevur tað verið KÍ móti onkrum - um ikki so hevur tað verið eitt havnarfelag móti NSÍ.

Í kvøld bresta tey bæði bestu eysturoyarliðini saman í steypafinaluni hjá kvinnum. NSÍ er oddalið í Betrideildini, og við Løkin er dreymurin at endurvinna steypið og at vinna sítt fyrsta FM-heitið.

- Tað var okkara mál, áðrenn kappingin byrjaði at vera í hesari støðuni(...) -  Vit krevja nógv av hvørjum øðrum, tí vit vita hvussu dugnaligar allar eru. Tá allar levera og hava ein góðan dag er tað øgiliga ringt hjá mótstøðulignum at gera nakað. Vit spæla væl saman sum eitt lið og hava ikki tapt síðani 2. umfar. 

Soleiðis segði Sara Samson Lamhauge millum annað við Portalin í gjár. Landsliðsspælarin hjá NSÍ hevur eisini virðing fyri Víkingi, sum NSÍ hevur spælt tveir tættar dystir ímóti í ár.

[object Object]

Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir skal á fyrsta sinni spæla vaksnamannafinalu við barndómsfelagnum Víkingi, sum í ár blandar seg í stríðið um fínu metallini:

- Vit hava vant meira enn vit hava gjørt áður, og so hava vit eisini fingið góða tilgongd av leikarum, sum veruliga hava gjørt mun. Tær ungu hava eisini ment seg og tikið ábyrgd í ár, sigur Jensa við Portalin.

Sí eisini: - Finaluplássið vísir stóra menningararbeiði í felagnum

Bæði Sara og Jensa vænta eina spennandi finalu við góðum fótbóltsspæli. 

Portalurin verður til staðar til steypafinaluna í kvøld, har vit hava beinleiðis blogg og ymiskt annað tilfar. Televarpið vísir finaluna - FM1 sigur

Steypafinalan hjá kvinnum 2024 
Í morgin, leygardagin 5. oktober
18.30: Víkingur – NSÍ 

Dómari: Andras Frederiksberg


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder