Tað er nógv uppá spæl, og Kappingarnevndin hjá FSF hevur ikki beinleiðis nakra lætta uppgávu.
Fyri aðru ferð uppá eina viku skal ein avgerð takast um støðu, sum ikki hevur verið at sæð í Føroyum áður.
Tað var í týðandi uppgerðini millum TB og B71 í triðseinasta umfari í næstbestu mansdeildini leygardagin, at TB nýtti eina fjórðu útskifting í yvitíðini. Fimm útskiftingar eru loyvdar, men bert tríggir steðgir - útyvir hálvurleikurin sjálvur - kunnu noyðast. Hóast heimaliðið skifti út tíðliga í dystinum, í 77. minutti og í 91. minutti, so loyvdi dómaratoymi TB at skifta út í 96. minutti eisini.
Sí eisini: TB gjørdi ólógliga útskifting í yvirtíðina
- Á dómaraseðlanum er tann fyrsta útskiftingin, Bartal Petersen fyri Rógva Joensen, ikki skrásett
Lítla ávirkan - ósketni frá pørtunum
Hvørki TB ella dómararnir hugsaðu um, at hetta var fjórði steðgurin. Bæði tí at Rógvi Joensen hjá TB longu í 1. minutti noyddist út við heilaskjálvta, og tí at tað skuldi ganga skjótt í yvirtíðini.
Átta minuttir vórðu lagdir afturat, og harvið spældi seinasti innskiftarin hjá TB undir tríggjar minuttir, og nart hann ikki við bóltin.
Sjónbandaupptøkur vísa, at innskiftingin ikki tók nakað serliga langa tí. Talan var ikki um eina tilætlaða gerð hjá TB at "gagnnýta nakað", men eitt heldur óumhugsað mistak.
Dómaratoymið hevur - sambært altjóða reglum - høvuðsábyrgdina av, at útskiftingar fara rætt fram. Í 1. deild er eingin 4. dómari, og hjálpardómarin við benkurnar hevur saman við høvuðsdómaranum, sum í hesum førinum var altjóða dómarin Heini Ziskason Viðoy, ikki verið nóg árvakin. Tað er, sum nevnt omanfyri, ikki ein løtt støða, men talan var um eitt mistak, sum dómaratoymið viðgekk eftir dystin og sendi tí dómarafrágreiðing inn til Kappingarnevndina.
Støðan um úrslitið við Stóra heldur. Um tað eydnast at koma í topp-trý, so flytir man beinleiðis út. Um bæði Víkingur og B36 halda sær í topp-trý skal liðið, sum er 4. plássinum spæla upp- og niðurflytingrdyst móti nummar 9 í Betrideildini (Mynd: FaroeSoccer)
Kann fáa stóra ávirkan - vanta føroysk fordømi
Nevndin sat við málinum í gjár, mánadagin, og hevur gjørt tað í dag eisini. Spurningurin er, hvørja revsing "fyrisitingarliga mistakið" skal hava við sær - um nakra.
Sum skilst, so kann tað vera alt frá átalu til dómaratoymi til bót til felagið - til nýggjan dyst.
B71 vil helst hava hetta síðsta. Um man er ógvuliga fýrakantaður, so kann man kanska vísa á, at mistakið er so mikið stórt. Men her er sum nevnt einki beinleiðis í kappignareglunum um støðuna, og útfrá logikki og "andanum í fótbólti" vil man helst peika hinvegin.
Tað ger TB sjálvandi. Fyridømi er eisini um støðu í bestu írsku kvinnudeildini í ár, har Cork nýtti ein fjórða steðg í 86. minutti. Hetta fekk onga ítróttarliga ávirkan. Dømir eru eisini um nakrar líknandi støður í Íslandi og Noreg uttan ítróttarligar avleiðingar.
Sum skilst so hevur verið hugt í onnur lond, har dømi eisini eru um umdyst vegna mistøk í útskiftingum. Spuringurin er, hvønn veg Kappingarnevndin hjá FSF fer, nú man skal skapa eitt fordømi: Spælir tað millum annað inn, hvussu álvarsamt brotið er, og hvussu nógv dómaratoymi tekur á seg og eigur í støðuni?
Tá einki beinleiðis er í føroysku kappngareglunum, so er neyðugt at hyggja eftir IFAB-reglum. Altjóða reglugerðin varð nýtt í sambandi við støðuna í Fulgafirði, har føroyska reglugerðin ikki var greið. Í henni - umframt í onkrum skandinaviskum londum - verður millum annað tilskilað, at man skal fyrst hyggja eftir, hvør eigur mistakið.
Seinnapartin í morgin eru trý samdøgur síðani seinasta bríksl við Stóra. Tá skal helst ein avgerð fella. Annars verður tað í øllum førum undan vikuskiftinum
Sum skilst skulu partarnir aftur hoyrast og verður møguleiki at kæra aftaná, um ein ikki er nøgdur við avgerðina hjá Kappingarnevndina - eina sum kann fáa stóra ávirkan á, hvat lið flytur upp í Betrideildina.
Sí eisini: Tì varð dysturin í Fuglafirði tikin uppaftur
Dagført: 21.18
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald