Fótbóltur

Video: - So nær við sum tað kann verða

Ótrúlig kensla at skora og fegnast um fyrsta málið í ár, men "bitturt" at tað ikki røkkur, staðfestir Jóannes Bjartalíð, sum fer at hugsa um sín stóra møguleika at økja til 3-1.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-10-10 22:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í sínum fyrsta landsdysti í 2024 og einum av sínum fáu kappingardystum higartil í ár, gjørdi Jóannes Bjartalíð bart.

28-ára gamli klaksvíkingurin sló til, tá hann - eftir at hava verið skiftur inn - vann bóltin sjálvur og fór til stroks. Spælskili, teknikkurin og vinstra beinið svíkti ikki.

[object Object]
Mynd: Andrei Antal

Tó fór stútari hjá Jóannesi løtu seinni uppum. Hetta kundi annars avgjørt dystin.

Armenia fekk tó javnað - hoyr Bjartalíð seta orð á hvussu "bitturt" tað er, umframt sítt mál, sín málmøguleika og avrikið hjá Føroyum ovast.

Filmað og viðgjørt: Bjarni Enghamar

Nations League Deild C, bólkur 4
3. umfar, hósdagin 10.10 á Tórsvølli
Føroyar - Armenia 2-2 (1-1)
37' Jann Benjaminsen 1-0
44' 1-1
86' Jóannes Bjartalíð 2-1
90 (+3)' 2-2

Áskoðaratal: 1.852

Støðan: 
1. Norðurmakedónia 7 stig
2. Armenia 4 stig
3. Lettland 3 stig
4. Føroyar 2 stig 

Sunnudagin klokkan 19.45 taka Føroyar móti Lettlandi í lykladysti um at halda sær í deildini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder