Fótbóltur

- Fyrsta málið er at ikki flyta niður

- Skulu hava virðing fyri Lettlandi men her eru avgjørt møguleikar í dystinum, sigur høvuðsvenjarin. Vit standa sterkir saman, staðfestir Meinhard Egilsson Olsen.

- Um vit vinna í morgin, so liggja Føroyar helst á 2. plássið. Og so er heilt nýggj støða, staðfestir sviin (Mynd: Andrei Antal)

- Um vit vinna í morgin, so liggja Føroyar helst á 2. plássið. Og so er heilt nýggj støða, staðfestir sviin (Mynd: Andrei Antal)

2024-10-12 17:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eftir ein tungan enda uppá dystin móti Armenia, har vit vóru í sjeynda himmli eina løtu, eru vit nú til reiðar til eina nýggja uppgávu. Um vit avrika eins væl sum hóskvøldið, og so kanska uppaftur betur enn tað, hava vit allar møguleikar at fáa eitt gott úrslit móti Lettlandi.

Hetta vóru fyrstu orðini á dagsins tíðindafundi. Meinhard Egilsson Olsen áttij tey. Vongurin er vendur aftur á landsliðið í ár eftir drúgvan skaða og hevur sett seg fast aftur á vinstra vong.

Rás2 spurdi Meinhard, hvussu hópurin hevði tað við teimum spurnarteknum, sum hava verið um venjaran seinasta tíðin. Har var hann púra greiður

- Vit standa sterkt saman í hópinum. Tú finnur helst ikki nógv samanhald sum  í hesum bólkinum. Vit standa eisini fult og heilt aftanfyri venjaran - tað huglagið sum summi siga, at her er við ymiskari ónøgd; tað kenni eg meg ikki aftur í.

[object Object]
Meinhard Egilsson Olsen var greiður, tá hann skuldi svara í dag (Mynd: Andrei Antal)

Sí myndir frá venjingini í dag her

Portalurin spurdi Meinhard Egilsson um álopskenda spælið hjá Føroyum, og um tað, at fleiri streingir eru at spæla uppá nú.

 - Vit megna at skapa fleiri góðar støður hóskvøldið, og tað er týdningarmikið. Og so er ógvuliga positivt fyri okkum sum lið, at vit kunnu broyta undir einum dysti. Um tú ikki ert millum teir fyrstu ellivu, so gert tú títt, tá tú so kemur inn. Og allir sum koma inn móti Armenia avrika væl og gera mun.

Beint eftir tíman hóskvøldið komu Brandur Hendriksson Olsen, Jóannes Bjartalíð og Petur Knudsen inn og nakrar minuttir seinni Adrian Justinussen. Til endans var tað René Shaki Joensen.

Sí eisini: Avrikið hevði eitt virði á trý stig

Sí eisini: Allir uttan Hørður eru tøkir

Plássið í bólkinum og virðingin fyri Lettlandi

Håkan Ericson nevndi fyrst flotta U21-avrikið móti Portugal í gjár. - Eins og hjá okkum hóskvøldið, var tað stórt vónbrot at missa í seinastu løtu eftir gott avrik.

Sí eisini: - Risafavorittarnir avgjørdu heilt móti endanum móti Føroyum

Sí eisini: Avrikið hevði eitt virði á trý stig

Lettland er nú á lepanum hjá Håkani. Hann og toymi hava arbeitt við seinasta dysti og komandi uppgávuna seinastu mongu tímarnar:

- Vit hava sitið og analysera dystin móti Armenia, sum vit í stóran mun eru nøgdir við. Har eru nøkur ting, sum vit kunnu gera betri í mun til málini(...) eisini hava vit hugt nógv eftir Lettlandi. Tað er eitt lið, sum so at siga javnt gott við okkum. Lettland hevur broytt leikhátt, í mun til tá vit hittu teir í Nations League í 2020, tá teir vóru nógv meira beinleiðis. Nú vilja teir hava bóltin meira - vit síggja stórar møguleikar í hesum dystinum.

[object Object]
Ásbjørn Nielsson Nattestad frá Rás 2 spyr...(Mynd: Andrei Antal)

[object Object]
Og Håkan Ericson svarar (Mynd: Andrei Antal)

Høvuðsvenjarin vil ikki siga, at Føroyar skulu hava ein sigur - hóast støðan í bólkinum á ein hátt "krevur tað". Hann sigur tó, at man má læra nakað av dystinum í Lettlandi og hava røttu virðingina fyri liðnum, sum liggur beint omanfyri Føroyar á FIFA-styrkislistanum.

-Umráðandi hvussu vit hyggja uppá Lettland: Skulu hava tað virðingina fyri teimum og skulu ikki lata teir stýra ov nógv við bóltinum. Mugu tó góðtaka at Lettland fer at hava bóltin í nøkrum tíðarskeiðum. Tað er eitt lið, sum nú vil – og eisini megnar – at hava bóltin meira enn fyri nøkrum áðrenn. So er tað umráðandi, at vit hava tol í røttu løtunum.

Aftur til støðuna í bólkinum, sum Håkan Ericson varð spurdur um:

- Fyrsta málið er ikki at flyta niður. Vit eru í tí støðuni nú, at vit fyrst noyðast at hugsa um tað. Men um vit vinna í morgin, so liggja Føroyar helst á 2. plássið. Og so er heilt nýggj støða.

Portalurin hevur beinleiðis blogg av Tórsvølli í morgin. Vit hava myndir av landsdystinum og taka aftaná samanum við teksti og samrøðum.

Nations League Deild C, bólkur 4
4. umfar - í morgin, sunnudagin 13.10 á Tórsvølli
19.45: Føroyar - Lettland

Støðan í bólkinum:
1. Norðurmakedónia 7 stig
2. Armenia 4 stig
3. Lettland 3 stig
4. Føroyar 2 stig 

(Aftasta liðið í bólkinum flytir niður í Deild C til Nations League 2026 ella skal spæla Playo-off um tað)

Sí eisini:  Myndir: Sól og kuldi á Tórsvølli

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder