Fótbóltsfelagið í sunnaru helvt av Suðuroynni burdi verið heilt gott nú. FC Suðuroy hevur seinnapartin bast B36 - sent liðið norður aftur við ongum.
Talan var um útsettan dyst, tann triðseinasti hjá báðum. Um B36 hevði vunnið, so hevði tað verið heilt sannlíkt, at bert eitt lið flytir beinleiðis upp, og at FC Suðuroy skuldi stríðst hart við TB og kanska B71 eisini um plássið.
Ístaðin nærum tryggjaði FC Suðuroy sær uppflyting. B36 gjørdi sjálvmál í 25. minutti, og í 39. minutti økti Salmundur Bech til 2-0. Heimaliðið omaná í 1. hálvleiki men beint fyri steðgin minkaði Mattias Weihe Joensen til 2-1.
Tað endaði eisini 2-1 á Eiðinum. Harvið hevur FC Suðuroy nú fýra stig niður til 3. plássi, sum er minsta mark í mun til beinleiðis uppflyting, og fimm stig niður til TB á 4. plássinum. Um TB ikki yvirhálar grannarnar seinastu tvey umførini, so flytir FC Suðuroy beinleiðis upp - B71 kann so at siga ikki fáa liðið hjá Pól Thorsteinsson aftur.
Støðan í næstbestu mansdeildini, nú tvey umfør resta í (Mynd: portal.fo - dystir.fo)
FC Suðuroy flutti upp úr 2. deild í fjør, og harvið er talan um flott avrik hjá felagnum, sum ikki - sjálvstøðugt - hevur verið í Betrideildini síðani 2015. Í 2017 og 2018 var tað saman ið TB og Royn.
Ein sigur afturat, so er FC Suðuroy aftur í Betrideildini. Tað er eisini nóg mikið við 44 stigum, um TB, B36 og B71 ikki øll fáa fult seinastu tvey umførini.
FC Suðuroy skal royna at gera arbeiðið liðugt á Argjum um eina viku.
Úrslitið er sum so gott fyri TB, sum nú er beint í hølunum á B36 - eitt stig frá beinleiðis uppflytingini. Boð komu eisini úr kappingsarnevndini hjá FSF í gjár, at fjórða útskiftingin móti B71 fyri einari viku síðani "bert kostar TB 5.000 krónir".
Sí eisini: Útskiftingin við Stóra fær ikki ítróttarliga avleiðingar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald