Hesa vikuna er manslandsliðið savnað í sambandi við heimadystirnar móti Armenia og Lettlandi.
Hóskvøldið endaði tað 2-2 á Tórsvølli, har armenar javnaðu í evstu løtu. Í kvøld er eitt slag av lagnudysti í Nations League-bólkinum móti Lettlandi, ið Føroyar kunnu sammeta seg við.
Sí eisini: - Fyrsta málið er at ikki flyta niður
Sí eisini: Myndir: Sól og kuldi á Tórsvølli
Spælararnir nýta sum vant vikuna til at venja og fyrireika seg á ymsan hátt. Men tað er ikki bert á Hotel Føroyum og á Tórsvølli, at spælararnir eru at síggja hesa vikuna.
Tað er ikki óvanligt, at føroyska manslandsliðið vitjar ymsastaðni, og nú sær út til, at Fótbóltssamandið farið at gera meira við júst hetta. Í síðsta mánaða - í sambandii vð dystin móti Norðurmakedónia tíðliga í september - vóru spælararnir á vitjan á Rásini í Saltangará og á Skúlanum á Trøðni í Havn.
- Tað var týðiligt, at næmingarnir og spælararnir vóru ógvuliga glað fyri hetta. Tað gevur nakað.
Sí eisini: Gevandi løtur á Trøðni og á Rásini
Soleiðis segði Brynhild Absalonsen, sum fyrr í ár varð sett sum Marknaðar- og Samskiftisleiðari hjá FSF. Í gjár varð skipað fyri almennari vitjan í SMS við autografum og øðrum. Ymisk spøl og søla var á Torginum frá klokkan 10 og í ein tíma seinnapartin vitjaðu landsliðsspælarar, sum millum annað góvu autografar.
Børnini fingu spælt, umframt tiltuska sær autografar (Myndir: FSF)
Sí eisini: Gunnar Vatnhamar: - Vilja vísa føroyska fólkinum okkara dygdir
Sambært fsf.fo, var rættuligur fótbóltsdámur á Torginum í SMS allan leygardagin.
- Fótbóltsdagurin endaði við at landsliðsspælararnir komu at skriva autografar, og tá vóru tað rættuliga nógv børn og ung, saman við foreldrum, ið nýttu møguleikan at heilsa upp á, samstundis sum tey kundu ogna sær eina plakat av landsliðshópinum.
Portalurin var eisini framvið, og har sást long bíðirøð ein stóran part av hesum tímanum. Nógv vildu sleppa framat, og vóru smílini nógv frammi hjá spælarum, børnum og teimum rundanum.
Talan er um ein umráðandi part av tí, at í uppaftur størri mun sammeina fótbóltslandsliðið og føroyingar annars - nakað ið ikki skal forsømast. Hetta hevur eisini nakað við fótbóltsfyrimyndir at gera.
Tað hevur ikki beinleiðis verið risastórur áhugi fyri seinastu heimadystunum og seinast dystunum hjá A-landsliðnum sum heild. Hóskvøldið vóru undir 2.000 fólk á Tórsvølli. Tað at vísa seg í til dømis SMS og at vera fólksligur kann tó gera sítt.
Nógv vildu hava myndir...
...og autografar
Í borðfótbólti stóðu Hákun Djurhuus og Jóv Syuan Hjelm Rasmussen eftir sum stóru vinnararnir...
....meðan Pauli Jógvansson vann kappingina í “Subsoccer” - spælið á tí heilt lítla vøllinum (Myndir: FSF)
Fleiri myndir frá degnum á fsf.fo.
Nations League Deild C, bólkur 4
4. umfar - í morgin, sunnudagin 13.10 á Tórsvølli
19.45: Føroyar - Lettland
Atgongumerki kunnu keypast her
Støðan í bólkinum:
1. Norðurmakedónia 7 stig
2. Armenia 4 stig
3. Lettland 3 stig
4. Føroyar 2 stig
Sí eisini: Allir uttan Hørður eru tøkir
Sí eisini: Skal ongantíð vera nakar ivi um nær landsliðið spælir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald