Annað

Ólavur Kjølbro vann Haldor Holm Cup

Hóast harða mótstøðu frá einum av føroysku billardveteranunum, Sonhard Johannesen, eydnaðist tað Ólavi Kjølbro at vinna Haldor Holm Cup í Klaksvík leygardagin. Seinast Ólavur vann kappingina var í 2002..

Ólavur Kjølbro fær sítt navn í risastóra Haldor Holm steypið fyri aðru ferð. Mynd Heri Signar Nolsøe.

Ólavur Kjølbro fær sítt navn í risastóra Haldor Holm steypið fyri aðru ferð. Mynd Heri Signar Nolsøe.

2024-10-13 14:18 Author image
Jan Müller
placeholder

Stórur spenningur var undan hesi 34. Haldor Holm Cup kappingini í Klaksvík, nú fleiri av landsins bestu spælarum høvdu bjóðað seg fram, teirra millum fleiri fyrrverandi vinnararar eins og føroyameistarar í billard. Ilt var tí eisini at fáa eygað á ein tryggan vinnara, nú fimm ymsir spælarar hava vunnið kappingina seinastu árini. Kortini vóru fleiri boð uppá ein vinnara, eitt nú Páll Hera Nolsøe, sum vann kappingina í fjør eins og at vinna FM heitið fyri einstaklingar eisini. Eisini vóru fleiri aðrir sterkir spælarar við so sum Kristian Suni Høgnesen, Jógvan Jørgensen, Sonhard Johannesen og Urbanus Olsen.

[object Object]Føðingardagsbarnið henda týðandi dagin í føroyska billardmekkaðinum Klaksvík, Karl Martin Samuelsen var sum kappingarleiðari í sonnum gávuhýri. Her handar hann vinnaranum Ólavi Kjølbro vinnandi steypið. Mynd Heri Signar Nolsøe. 

[object Object]Og her nr. 2 og 3, Sonhard Johannesen og Kristian Suna Høgnesen. Mynd Heri Signar Nolsøe. 

[object Object]

[object Object]...og eingin Haldor Holm kapping uttan risastóra steypið, sum hevur havt fastan bústað í Klaksvík síðani 1989, tá kappast varð fyrstu ferð. Óli Petersen, sáli gjørdi hesa søguliga tekningina av Haldor Holm sum boksara, bakara og billardspælara og sum eisini er partur av umhvørvinum hjá Klaksvíkar Billardfelag. Her teir tríggir vinnararnir saman við Urbanus Olsen, sum hesaferð rakk til eitt fjórða pláss. Mynd Heri Signar Nolsøe.

Veruligur spenningur kom í kappingina, tá ein av teimum gomlu og royndu billardspælarunum í Klaksvík, Sonhard Johannesen, tók øll á bóli við at vinna á  tveimum  av billardrisunum, Páll Hera Nolsøe og Kristian Suna Høgnesen. 

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Kappingin er eitt slag av Cup-skipan, har tapari frá byrjan sleppur ikki at halda fram, í mun til gomlu skipanina, har vunnin stig gera av, hvør sleppur víðari. Sostætt vóru skjótt fleiri góðir spælarar sorteraðir frá, meðan aðrir sluppu víðari  gjøgnum nálareygað.  Ein teirra var Sonhard Johannesen, sum ongantíð áður hevur vunnið júst hesa kappingina, tó at hann hevur verið FM meistari bæði fyri lið og einstaklingar áður.

[object Object]

[object Object]Sonhard Johannesen, sum er ein av teimum føroysku billardspælarunum, sum hevur hildið longst á. Og hann ger billardaldrinum fyri skommum. Tað prógvaði hann so dyggiliga leygardagin, tá hann jarðlegði ikki færri enn tveir verandi og fyrrverandi føroyameistarar. 

Sonhard tók øll á bóli, tá hann vann á seinasta vinnaranum av Haldor Holm Cup, Páll Hera Nolsøe av Tvøroyri. Og ikki nokk við tí. Sonhard megnaði eisini at syfta sjeyfalt vinnaran av Haldor Holm Cup, Kristian Suna Høgnesen og beindi sær harvið pláss í finaluni, har hann møtti eina tí besta føroyska  billardspælaranum í løtuni, Ólavi Kjølbro. Ólavur setti beina kós móti finaluni, tá hann vann greitt á Urbanus Olsen.

[object Object]

Hóast Ólavur sjáldan letur nakran koma nær námind sínum trygga og neyva spæli,  helt Sonhard fram við sínum góða spæli og feldi keylur aftur og aftur stóran part av finaluumfarinum, men tá avtornaði var Ólavur tann betri av teimum báðum og kundi harvið tryggja sær sítt annað Haldor Holm Cup heitið. Tað skuldu tó ganga 22 ár síðani hann vann hetta heitið fyri fyrstu ferð.

Ólavur gjørdi vart við seg í 2002, tá hann vann Haldor Holm Cup. Síðani hevur hann verið í Danmark, men eftir at hann kom heimaftur fyri nøkrum árum síðani, hevur hann vunnið tað mesta, sum vinnast kann. Hann hevur verið  við til at vinna FM fyri lið, FM fyri einstaklingar og nú Haldor Holm kappingina.

Í dystinum um triðja plássið vann Kristian Sune á Urbanus.

Ein av niðurstøðunum eftir hesa 34. kappingina um Haldor Holm steypið er m.a. tann, at klaksvíkingar vunnu øll heiðursmerkini eins og fjórða plássið eisini. Nú er so hitað upp til komandi FM kappingar í billard fyri lið. Tær byrja komandi vikuskiftið. Eins og nærum øll undanfarin ár er Føroya Bjór høvuðssponsor fyri Haldor Holm kappingina.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Myndir Heri Signar Nolsøe og Jan Müller

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder