Verjan hjá føroyska landsliðnum sær akkurát líka út, samanborið við dystin móti Armenia hóskvøldið.
Á miðjuni er Brandur Hendriksson Olsen við frá byrjan, fyri fyrstuferð í longri tíð. Hann avloysir sostatt Sølva Vatnhamar, sum í dag er á bonkinum.
Tað merkir eisini, at René Shaki Joensen er við frá byrjan. Hann spælur á høgra vongplássinum, sum her plássið har Meinhard E. Olsen, sum í dag er fremsti maður, spældi á, móti Armenia. Jóan Símun Edmundsson er á bonkinum - hann var fremsti maður móti Armenia hóskvøldið.
Hannes Agnarsson fær afturval á vonginum - helst verður hann vinstrumegin í kvøld (Mynd: Andrei Antal)
At síggja til er Gunnar Vatnhamar fluttur á ein verjukendan miðvallaraleiklut. Hetta hevur áður roynst væl, har 29 ára gamli leirvíkingurin hevur spælt avgerandi leiklut, bæði fyri landslið og lið sítt, Víkingur í Íslandi.
Hyggja vit eftir bonkinum hjá Føroyum, so er alt sum bendir á, at innskiftingarnar verða sera álopskendar. Har eru fleiri vápn í skjáttuni, sum kunnu koma serdeilis væl við, um álopskynstrini ikki bera á mál.
Føroyar (4-5-1):
Bárður á Reynatrøð (MV) - Jann Julin Benjaminsen, Odmar Færø, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen (L) - René Shaki Joensen, Hanus Sørensen, Gunnar Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen, Hannes Agnarsson - Meinhard Egilsson Olsen
Hesir eru á bonkinum: Mattias Lamhauge, Teitur Matras Gestsson, Jóannes Kalsø Danielsen, Arnbjørn Svensson, Sonni Ragnar Nattestad, Daniel Johansen, Sølvi Vatnhamar, Jóan Símun Edmundsson, Jóannes Bjartalíð, Petur Knudsen, Adrian Rúnason Jutinussen, Klæmint Andrasson Olsen
Portalurin hevur beinleiðis blogg av Tórsvølli í kvøld. Vit hava myndir av landsdystinum og taka aftaná samanum við teksti og samrøðum.
Sí eisini: Allir uttan Hørður eru tøkir
Nations League Deild C, bólkur 4
4. umfar - í morgin, sunnudagin 13.10 á Tórsvølli
19.45: Føroyar - Lettland
Atgongumerki kunnu keypast her
Sí eisini: Landsliðið setti sín dám á SMS leygardagin
Støðan í bólkinum:
1. Norðurmakedónia 7 stig
2. Armenia 4 stig
3. Lettland 3 stig
4. Føroyar 2 stig
Seks umfør eru - aftasti liðið flytir beinleiðis niður ella skal spæla um tað í play-off dystum í 2025.
Sí eisini:
Myndir: Sól og kuldi á Tórsvølli
Ógvuliga týðandi kvøld á Tórsvølli
Føroyar lítlan favoritt-leiklut móti Lettlandi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald