Fótbóltur

Hálvleikur á Tórsvølli: Hanus Sørensen 1 - Lettland 0

Okkara stríðsmenn eru frammanfyri 1-0, nú farið er til hálvleiks. Tað var Hanus Sørensen, eftir sera væl spælt upplegg frá Brandi Hendrikssyni, sum setti bóltin í netið.

Teir báðir við góðum bóltførleika og ættarbondunum til Sandoynna fegnast um flotta leiðslumálið saman við liðfeløgunum (Mynd: Andrei Antal)

Teir báðir við góðum bóltførleika og ættarbondunum til Sandoynna fegnast um flotta leiðslumálið saman við liðfeløgunum (Mynd: Andrei Antal)

2024-10-13 20:35 Author image
Áron Vest
placeholder

Føroyar er nakað omaná, hóast varligt spæl á Tórsvølli. Ongin veruligur málmøguleiki kom teir fyrstu 15 minuttirnar. Fyrsta málmøguleikan átti útiliðið.

Áhugavert var at síggja, at uppspælið hjá føroyska landsliðnum bleiv bygt upp við trimum í miðverjuni. Hetta gav føroysku stríðsmonnunum nakað av breidd, hóast nakað av spælinum fór gjøgnum miðjuna.

Táið eitt korter var spælt, fingu lettar ein málmøguleiki, har áleyparin hjá lettum fekk fría renning, sterkt eltur av Oddmari Færø. Bárður á Reynatrøð í føroyska málinum stjórbjargar – helst vildi onkur hildið, at talan var um rangstøðu í uppspælinum, men so var ikki.

Meinhard Egilsson hevði eina góða skotroynd, inni í brotsteigarmarkinum, har kviku føturnir komu honum til góðar. Tíverri stóð málverjin í lettiska málinum, Rihard Matrevics, royndina – og bjargaði.

Ein av áleyparunum hjá Lettlandi, Roberts Uldrikis, fekk eina skotroynd, sum lættliga kundi gerast meira vandamikil. Við holi í miðverjuni hjá Føroyum, sær hann skotmøguleika og smekkar til. Til alla lukku fór skotið einar 5-6 metrar omanfyri málið.

Tá ein góður hálvur tími var eftir, var Meinhard aftur við eini skotroynd. Aftur hesaferð stóð lettiski málverjin royndina – og bjargaði einum góðum málmøguleika hjá glyvramanninum.

Tá fimm minuttir restaðu í, var aftur vandamál á skrá, í lettiska brotsteigarmarkinum. Brandur Hendriksson fær ein illa spældan bólt frá lettiska málverjanum, sum hann so spælir aftureftir til Hanus Sørensen. Við framúr uppspælið frá Brandi, smekkar Hanus bóltin í netið, til 1-0 til Føroyar. Hetta er fyrsta mál hjá Hanusi á føroyska A-landsliðnum.

[object Object][object Object]
Føroyskur fagnaður (Mynd: Andrei Antal)

Ikki hevur tað hilnast væl í málmøguleikum annars, men sigast skal, at nú farið er til hálvleiks, hevur føroyska landsliðið leikliga yvirvág. Føroyar hevur verið nógv mest á bóltinum og eru á veg móti umráðandi sigri. Nú snýr tað seg um at halda momentum.

Nations League Deild C, bólkur 4
4. umfar - í morgin, sunnudagin 13.10 á Tórsvølli
Føroyar - Lettland (1-0)
40' Hanus Sørensen (Brandur Hendriksson) 1-0

Føroyar (4-5-1): Bárður á Reynatrøð (MV) - Jann Julin Benjaminsen, Odmar Færø, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen (L) - René Shaki Joensen, Hanus Sørensen, Gunnar Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen, Hannes Agnarsson - Meinhard Egilsson Olsen

Støðan í bólkinum undan dystinum:
1. Norðurmakedónia 10 stig
2. Armenia 4 stig
3. Lettland 3 stig
4. Føroyar 2 stig 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder