Síðsta vikuskifti var tað steypafinalusigur á Tórsvølli, og í góðveðrinum í dag so gott sum tryggjaði NSÍ sær føroyameistaraheiti.
Helga Mikkelsen og Evelyn løgdu NSÍ á odda fyrra hálvleiki, og tað mesta sá út til at rigga hjá heimaliðnum.
Um tað vóru "gummibein", sum sníktu seg ikki, kann ikki staðfestast, men HB skoraði í øllum førum tvey mál uppá átta minuttir.
Talan gjørdist tó ikki um týðandi stigamiss, sum fekk KÍ við í FM-stríðið aftur. Hetta tí at 17-ára gamla Helga Mikkelsen í 87. minutti sló til aftur.
Sigurin kom í Betrideildardysti nummar 200 hjá venjaranum Allan Dybczak.
3-2 og NSÍ er so gott sum føroyameistari hjá kvinnum á fyrsta sinni. Hetta tí at trý stig eru niður til KÍ, nú eitt umfar er eftir, og at NSÍ er 13 mál betri í málúrttøku.
KÍ vann 3-0 á Víkingi í dag, men skal vinna við helst nakað yvir tíggju málum á HB leygardagin, samstundis sum NSÍ skal tapa í Sarpugerði. Harvið fer føroyameistaraheitið helst úr Klaksvík til Runavíkar, og kann NSÍ fegnast um greipuna næsta vikuskifti.
Næstseinasta umfar í Betrideildini hjá kvinnum
Sunnudagin 13.10
NSÍ - HB 3-2 (2-0)
Dómaraseðil
KÍ - Víkingur 3-0
Dómaraseðil
Rættað: 22.28
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald