Fótbóltur

Viljormur Davidsen: - Vit áttu at vart fyri málinum

Liðskiparin á føroyska landsliðnum sigur, at tað var um reppið at teir fingu trý stig. Ósketni í verjuni gjørdi, at Viljormur og hansara liðfelagar mistu leiðsluna. - Vit kenna eitt sunt trýst frá fjepparunum.

- Vit halda áfram at spæla soleiðis sum vit gjørdu í dag. Tá so marginalarnir detta okkara veg, so skal ein sigur nokk vera tætt við, sigur Viljormur Davidsen við Portalin (Mynd: Andrei Antal)

- Vit halda áfram at spæla soleiðis sum vit gjørdu í dag. Tá so marginalarnir detta okkara veg, so skal ein sigur nokk vera tætt við, sigur Viljormur Davidsen við Portalin (Mynd: Andrei Antal)

2024-10-13 22:40 Author image
Áron Vest
placeholder

Viljormur Davidsen og hansara liðfelagar megnaðu akkurát ikki at hála sigurin heim í kvøld. Soleiðis sum verjan stóð klár til at dekka upp, var tað sum gjørdi, at føroyska landsliðið misti á stokkinum.

Hvat er tað sum hendi har, tá teir javna til 1-1?
- Tað endar við, at Andrias kemur at standa einsamallur, tveir ímóti einum. Teir skifta skjótt frá teirra høgru yvir í vinstru, meðan vit pressa við vongbakkum í dag. Hetta ger at eg ikki klári aftur við, og at Oddmar endar at fara úr positión. Fyrsti áleypari endar við at renna framvið stongini og málskjúttin stendur púra leysur. Ótrúliga flott mál, men vit eiga altso at dekka málið í staðin, sigur ein erligur liðformaður á føroyska landsliðnum.

Liðformaðurin heldur, at tað er ótrúliga trist at missa eina leiðslu, tá teir spældu fyrra hálvleik so væl. Sambært liðformanninum verður hildið trúliga fast í spælætlanini. 

Tað var eisini eygsæð, at tað av momentum sum var til staðar, fall í Føroya lut. Tað kann valla lýsast øðrvísi enn, at føroyska landsliðið hevði dystin í egnari hond. Tað var, eins og liðskiparin málber seg, líka handan støðan við teirra máli, at føroysku stríðsmenninir mistu takið. 

- Hatta málið var ótrúliga keðiligt. Hatta mugu vit bara læra av, leggur liðformaðurin stutt afturat.

[object Object]
Man dekkaði ikki nóg væl upp í støðuni (Mynd: Andrei Antal)

Kenna tit á liðnum, og tú sum leiðari á liðnum, eitt ávíst trýst frá fótbóltsføroyum? 
- Ja, vit kenna eitt sunt trýst frá fjepparunum. Vit eru altíð glaðir fyri, og rørdir av, at fjeppararnir stuðla okkum so dyggiliga, sum teir eisini gjørdu í dag. 

Tað hevur seinastu tíðina verið ein spent støða, hvat landsliðnum viðvíkur. Venjarin hevur verið nógv umtalaður, spælið nógv viðgjørt og eisini hevur spurnartekin verið sett við gongdina. 

- Vit halda áfram at spæla soleiðis sum vit gjørdu í dag. Tá so marginalarnir detta okkara veg, so skal ein sigur nokk vera tætt við, sigur Viljormur Davidsen við Portalin at enda. 

Nations League Deild C, bólkur 4
4. umfar - í kvøld, sunnudagin 13.10 á Tórsvølli
Føroyar - Lettland 1-1 (1-0)
40' Hanus Sørensen (Brandur Hendriksson) 1-0
69' Dario Sits (Andrej Ciganiks) 1-1

Føroyar (4-5-1): Bárður á Reynatrøð (MV) - Jann Julin Benjaminsen, Odmar Færø, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen (L) - René Shaki Joensen, Hanus Sørensen, Gunnar Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen, Hannes Agnarsson - Meinhard Egilsson Olsen

Hesir vórðu innskiftir: Jóannes Bjartalíð (57' fyri René Shaki), Adrian Justinussen (57' fyri Hannes Agnarsson), Sølvi Vatnhamar (57' fyri Brandur Hendriksson), Sonni Ragnar Nattestad (78' fyri Odmar Færø) og Jóan Símun Edmundsson (83' fyri Meinhard Egilsson

Støðan í bólkinum eftir dystin:
1. Norðurmakedónia 10 stig
2. Armenia 4 stig
3. Lettland 4 stig
4. Føroyar 3 stig 

Fýra umfør eru nú spæld. Tað eru seks umfør, sum skulu spælast - niðasta liðið í bólkinum skal spæla play-off dyst um niðurflyting.

Les eisini: Liðugt á Tórsvølli: Mistu enn eina leiðslu

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder