Fótbóltur

TB fær bót - men úrslitið stendur við

FSF er komið alment út við avgerðini í málinum um fjórðu útskiftingina fjórða steðginum við Stóra - og við nøkrum grundgevingunum.

Tað er aðalskrivstovan hjá FSF, sum í samráð við Kappingarnevdina, hevur gjørt úrskurð í málinum. Hugt hevur serliga verið eftir fordømum í Skandinavia (Mynd: Hans Erik Danielsen/fsf.fo)

Tað er aðalskrivstovan hjá FSF, sum í samráð við Kappingarnevdina, hevur gjørt úrskurð í málinum. Hugt hevur serliga verið eftir fordømum í Skandinavia (Mynd: Hans Erik Danielsen/fsf.fo)

2024-10-14 22:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leygardagin skrivaðu vit um, at Fótbóltssambandið hevði tikið støðu í málinum um fjórðu útskiftingina í fjórða steðginum við Stóra. Hetta var í týðandi 1. deildardysti millum TB og B71, sum TB vann 2-1

Útskiftingin fekk onga ítróttarliga avleiðing, men kostaði heldur eina bót á 5.000 krónur fyri ein fyrisitingarligan feil.

Sí eisini: Útskiftingin við Stóra fær ongar ítróttarligar avleiðingar

Nú hevur FSF skrivað alment út um málið - hetta á hemasíðu sínari. Í grundgevingunum verða fordømi úr Skandinavia nevnd, tað var einki føroyskt fordømi fyri hetta brotið.

Tað er aðalskrivstovan hjá FSF, sum í samráð við Kappingarnevdina, hevur gjørt úrskurð í málinum.

Les skrivið hjá Fótbóltssambandi Føroya niðanfyri.

Aðalskrivstovan hjá FSF hevur gjørt úrskurð í málinum um eina útskifting, sum fór óregluliga fram í dystinum millum TB og B71 í 1. deild hjá monnum. Niðurstøðan er, at TB fær bót, meðan úrslitið av dystinum stendur við

Tað var í dystinum í 1. deild hjá monnum millum TB og B71 leygardagin 5. oktober, at dómarin aftaná dystin gjørdi Kappingardeildina hjá Fótbóltssambandi Føroya varuga við, at ein útskifting var farin fram, ið ikki átti at verið loyvd.

Reglurnar siga, at eitt lið kann fremja í mesta lagi fimm útskiftingar í einum dysti, og at hesar skulu gerast í í mesta lagi trimum steðgum, umframt í hálvleikinum, ið ikki telur sum ein steðgur.

Í nevnda dysti gjørdi TB eina útskifting í 96. minutti. Leikarin, ið varð skiftur inn, var lógligur leikari, men TB hevði longu brúkt sínar tríggjar loyvdu steðgir til útskiftingar. Tí var hesin fjórði steðgurin til útskifting ikki í trá við galdandi reglur.

Hvørki feløg ella dómari vóru varug við mistakið, fyrr enn dómarin, nakað eftir loknan dyst, ger vart við, at hann ikki fær skrásett fjórðu útskiftingina hjá TB í Comet skipanini (talgild skipan til dómaraseðlar).

Hægst loyvda tal av innskiftum leikarum er fimm spælarar. Talan er í hesum førinum um fjórða spælaran, sum verður skiftur. Staðfestast kann tí, at spælarin undir øllum øðrum umstøðum lógliga kundi komið inn á vøllin.

B71 kærdi, samstundis sum TB er hoyrt í málinum, og síðani hevur aðalskrivstovan, í samráð við kappingarnevndina hjá Fótbóltssambandi Føroya viðgjørt dómarafrágreiðingina, kæruna frá B71, og hoyringsskrivið frá TB.

Aðalskrivstovan hevur eftirkannað, um líknandi fordømi eru í okkara grannalondum, har reglan við fimm útskiftingum í trimum steðgum er galdandi. Og hóast talan er um fyrsta mál av hesum slag í føroyskum fótbólti, so finnast í øllum føri trý fordømi úr Noregi, Svøríki og Íslandi, sum líkjast hesum málinum, og í hesum trimum málunum hevur úrskurðurin verið, at úrslitið av dystinum hevur staðið við.

Útfrá fyriliggjandi upplýsingum í málinum hevur aðalskrivstovan hjá FSF avgjørt, at TB fær eina bót upp á 5.000 krónur fyri ein fyrisitingarligan feil, meðan úrslitið av dystinum, sum var 2-1 til TB, stendur við.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder