Annað

U19 NEVZA kappingin í flogbólti verður í Føroyum

Soleiðis verður næstu trý árini, boðar Flogbóltssamband Føroya frá. Ársins kapping verður Í døgunum 25. oktober til 27. oktober í høllini á Hálsi.

NEVZA er norðuratlantiska økið undir CEV. Ellivu lið eru við í ár (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

NEVZA er norðuratlantiska økið undir CEV. Ellivu lið eru við í ár (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

2024-10-15 08:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Næstu trý árini verður Flogbóltssamband Føroya vertur fyri árligu U19 NEVZA kappingini fyri gentir og dreingir. 

Hesum boðar Flogbóltssamband Føroya frá í tíðindaskrivi.

Seinastu árini hava hesar kappingarnar verið hildnar í Rovaniemi í norðara parti av Finnlandi, men næstu trý árini verða tær í Havn.

- Høllin á Hálsi verður við tveimum flogbóltsvallum karmur um kappingarnar og í 2025 kunnu kappingarnar vónandi vera í høllini við Tjarnir.

Tað var í fjør, at FBF fekk bjóðað at gerast vertur fyri árligu U19 NEVZA kappingunum.

NEVZA er norðuratlantiska økið undir CEV og eru limalondini Ísland, Føroyar, Noreg, Svøríki, Finnland, Danmark og Ongland.

Til kappingina síðst í oktober luttaka 11 lið hjá kvinnum og monnum: Finnland verður als ikki við, og Noreg luttekur ikki við teirra dreingjaliðið. 

- Talan er um eitt rættuliga stórt tiltak við nógvum formligum ásetingum. Ein av eldsálunum innan føroyskan flogbólt, Hanna Helena Weihe Simonsen, hevur átikið sær at verða kappingarleiðari og at samskipa fyrireikingarnar av kappingunum, skrivar FBF at enda.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder