Annað

U17 NEVZA: Føroyar í fjórðingsfinaluni eftir sigrar á Onglandi

Bæði føroysku dreingirnir og genturnar vunnu seg í gjár í fjórðingsfinalurnar í árligu NEVZA-kappingini í flogbólti. Genturnar spæla nú móti Íslandi - dreingirnir spæla móti donsku vertunum klokkan 10.

Vinnarin av fjórðingsfinaluni møtir Noregi í hálvfinaluni. Taparin møtir Onglandi í dysti - føroysku genturnar spæla nú (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

Vinnarin av fjórðingsfinaluni møtir Noregi í hálvfinaluni. Taparin møtir Onglandi í dysti - føroysku genturnar spæla nú (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

2024-10-15 08:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í hesum døgum eru bæði U17-landsliðini hjá Føroyum til stóra kapping í Ikast í Danmark.

Bæði føroysku dreingirnir og genturnar vunnu seg í gjár í fjórðingsfinalurnar í árligu NEVZA-kappingini í flogbólti eftir sigrar á Onglandi.

Úrslitini í bólkaspælinum:

U17 dreingir:
Ongland - Føroyar 2-3 (25-18, 21-25, 21-25, 25-21, 12-15)
Svøríki - Føroyar 3-0 (25-23, 26-24, 25-15)

U17 gentur:
Ongland - Føroyar 1-3 (15-25, 16-25, 25-15, 19-25)
Svøríki - Føroyar 3-1 (25-22, 25-23, 16-25, 25-15)

Flogbóltssambandið skrivar, at dreingirnir komu illa frá byrjan og taptu fyrsta settið 25-18 men svaraðu aftur við at vinna 25-21 í bæði øðrum og triðja setti. Ongland javnaði til 2-2 við 25-21 sigri í fjórða setti, men í javnbrótaranum vóru Føroyar stinnari og vunnu 15-12.

Føroyar spældu eisini ímóti Svøríki, sum fekk dygga mótstøðu, men vann kortini 3-0. Lítið og einki skilti liðini í fyrsta og øðrum setti, sum endaðu 23-25 og 24-26. Triðja sett vann Svøríki sannførandi 25-15.

- Við sigrinum fer Svøríki beinleiðis í hálvfinaluna. Føroyar hava framvegis møguleikan at koma í hálvfinaluna, men so skal fjórðingsfinaludysturin ímóti Danmark-Hvítum í dag vinnast. Mótstøðuliðið í hálvfinaluni verður Finnland. Gevið gætur, at Danmark hevur tvey lið við í kappingin: annað kallað Danmark-Hvítt og hitt kallað Danmark-Reytt. Hálvfinalan ímóti Danmark-Hvítum byrjar kl. 10 í morgun og dysturin kann stroymast á gjaldsrásini www.danskvolley.tv/en/home

[object Object]
Dreingjaliðið, sum skal í eldin móti dønum klokkan 10 føroyska tíð (Mynd: FBF)

Genturnur spæla nú
Eisini genturnar hava vunnið seg í fjórðingsfinaluna, og eisini tær vunnu á Onglandi. Úrslitið var 3-1.

- Føroyar lótu ongan iva vera um, hvør var betra liðið, og fyrsta og annað sett vórðu vunnin 25-15 og 25-16. Eitt sindur av iva sníkti seg inn í dystin aftur, tá ið Ongland vann triðja sett 25-15, men ivin varð tó skúgvaður til viks við 25-19 sigri í fjórða setti.

Síðan stóð Svøríki á skránni um beinleiðis pláss í hálvfinaluni, og tað var ikki uttan svørðsslag, at Svøríki stóð eftir sum 3-1 vinnari. Fyrstu tvey settini vóru rættiliga jøvn, har Svøríki vann 25-22 og 25-23, áðrenn Føroyar vunnu triðja sett 25-16. Í fjórða setti gjørdi Svøríki tó bart við at vinna 25-15.

Úrslitini hava við sær, at Føroyar møta Íslandi í fjórðingsfinaluni í morgun. Hendan byrjaði klokkan átta, og kann stroymast HER.

Ísland vann í gjár 3-2 á Danmark-Hvítum og tapti 3-0 fyri Finnlandi. Eisini í gentukappingini hevur Danmark tvey lið við í kappingini: Danmark-Hvítt og Danmark-Reytt. 

Vinnarin av fjórðingsfinaluni møtir Noregi í hálvfinaluni. Taparin møtir Onglandi í dysti, sum avger, hvør teirra skal spæla um 5. og 6. pláss, og hvør skal spæla um 7. og 8. pláss.

Fjórðingsfinalan kann stroymast nú á gjaldsrásinwww.danskvolley.tv/en/home 

Kelda: Flogbóltssamband Føroya
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder