Annað

U17 NEVZA: Dreingirnir spæla um bronsuna móti Svøríki

Finnar vóru ov sterkir í hálvfinaluni í gjárkvøldið, hóast føroyingar av álvara bjóðaðu av í 2. og 3. setti. Bronsudysturin í Herning byrjar klokkan 11.

- Føroyar bitu væl frá sær, og bara í fyrsta setti var stórur munur. Stuttligt var at síggja góða hugburðin hjá føroysku leikarunum, sum ikki fóru niður við nakkanum. Nú skal liðið stríast fyri heiðursmerki móti Svøríki (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

- Føroyar bitu væl frá sær, og bara í fyrsta setti var stórur munur. Stuttligt var at síggja góða hugburðin hjá føroysku leikarunum, sum ikki fóru niður við nakkanum. Nú skal liðið stríast fyri heiðursmerki móti Svøríki (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

2024-10-16 07:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroysku U17-dreingirnir hava sum heild staðið seg væl í NEVZA-kappingini í flogbólti, sum í hesum døgum er í Danmark.

Føroyar vunnu á vertunum - einum av liðnum hjá Danmark -  tíðliga týsdagin, og skuldu harvið spæla hálvfinalu í Herning í gjárkvøldið.

Finnland var omaná, men Føroyar bjóðaðu av álvara sterka liðnum av í 2. setti og 3. setti.

- Føroyar bitu væl frá sær, og bara í fyrsta setti var stórur munur. Stuttligt var at síggja góða hugburðin hjá føroysku leikarunum, sum ikki fóru niður við nakkanum, men ístaðin løgdu seg á odda 7-3, 15-7 og 18-11 í øðrum setti. Tá kom stígur í, og Finnland javnaði síðani til 19-19 og vann settið 25-20.

- Aftur í triðja setti løgdu Føroyar seg á odda, 8-4, áðrenn Finnland javnaði til 8-8 og fór framum 18-12. Men Føroyar høvdu ikki givið skarvin yvir og minkaðu um munin aftur niður í bara tvey stig, 18-20 og 21-23, áðrenn Finnland vann 25-22.

Hálvfinalan (U17 dreingir): Finnland - Føroyar 3-0 (25-15, 25-20, 25-22)

Soleiðis skrivar Flogbóltssamband Føroya á heimasíðu sínari um hálvfinaluna.

Tapið merkir, at Føroyar skulu spæla bronsudyst í norðurlendsku flogbóltskappingini fyri ungdómslið. Uppgerðin verður móti Svøríki klokkan 11.

Eingin stroyming er, men til ber at fylgja við beinleiðis HER.

Kelda: Flogbóltssamband Føroya
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder