Hondbóltur

H71 trekti mótsstøðu úr Grikkalandi

PAOK fer at geva hovyíkskvinnum nógv meira høvuðbrýggj enn mótstøðuliðið av Kýpros í síðsta umfari. Dystirnir verða spældir í november - tað er ikki greitt enn, um talan verður um heimadyst og útidyst.

H71 var greitt omaná móti Latsia - í so stóran mun at dystirnir ikki góvu serliga ikki góvu nógva ítróttarliga meining (Mynd: Jens Kr. Vang)

H71 var greitt omaná móti Latsia - í so stóran mun at dystirnir ikki góvu serliga ikki góvu nógva ítróttarliga meining (Mynd: Jens Kr. Vang)

2024-10-16 08:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðsta vikuskifti vann H71 samanlagt 91-35, ja við 56 málum, í 2. umfari í European Cup. 

Sí eisini: 
50 mál og eingin mótsstøða til H71
Lukka: - Vit skulu nakað longur enn hetta í Evropa
Myndir: H71 - Latsia

Kypriotiska meistaraliðið, Latsia, var eingin mótstøða á hesum stignum, men líknandi fær H71 ikki í næsta umfari.

Lutakast hevur verið til 3. umfar. Tað háttaði seg so, at hoyvíksvinnur skulu spæla móti PAOK úr Grikkalandi.

Talan er um eitt lið úr væl sterkari deild enn Latsia - eitt felag sum sendi sveisiska liðið Spono Eagles út í seinasta umfari. Spono Eagles var eitt av liðunum, sum H71 sendi út í 2021. Hoyvíkskvinnur vunnu tá fyrra dystin men taptu tann seinna - báðir vórðu spældir í Føroyum.

[object Object]
Mynd: Jens Kr. Vang

Tað er ikki greitt enn, um talan verður um heimadyst og útidyst. Í teimum fyrstu umførunum í European Cup avráða feløgini odta, at spæla báðar dystirnar á einum staði eitt vikuskifti. Í slíkum støðum rindar heimaliðið til dømis fyri gisting. Nú fara føroyska og grikska felagið helst skjótt at umrøðða støðuna, og um dystirnir skulu spælast 9 og 10. november ella eina viku seinni.

Menninir hjá H71 eru í løtuni í Italia, har teir hóskvøldið og leygarkvøldið spæla í 2. umfari í Eropean Cup móti SSV Brixen. Hetta liðið spældi móti VÍF í fjør - vestmenningar spæla fríggjadagin og leygardagin móti eysturríkska West Wien í Vestmanna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder